Tað hevur skapt ónøgd, at VB skal hava dupultumfar sama vikuskiftið, sum tær skulu spæla avgerandi dyst móti Neistanum, har seinni parturin av FM-finaluni væl kann finnast.
VB noyðist tó at leggja ilskuna eftir í Vági, og so annars bara fara eftir sigrinum, tá tær vitja StÍF í dag. Og við einum sigri kunnu tær skapa sær gott útgangsstøði undan dystinum móti Neistanum í morgin.
StÍF hevur havt eitt hampuliga gott grundspæl, tó at tær hava mist á stokkinum tær báðar seinastu ferðirnar. Og tí skal VB ikki rokna við nøkrum serliga løttum dysti.