Av teimum trimum fremstu liðunum, er Stjørnan tað einasta, ið hevur tryggjað sær atgongd í FM-finaluni. Tað hendi, tá Stjørnan í Vestmanna mikukvøldið í útsettum dysti vann 27-24 á VÍF og harvið setti seg aftur á oddasessin, samstundis sum greitt er, at Stjørnan í øllum førum endar framman fyri Tjaldur.
Tað sá annars einki út leingi hjá Stjørnuni mikukvøldið, tí allan fyrra hálvleik og inn í hálvan seinna hálvleik hevði VÍF munin. Men miðskeiðis í hálvleikinum fekk Stjørnan fýra mál á rað og fór tvey mál framum. Hesa leiðslu hildu klaksvíkskvinnur stórt sæð restina av dystinum og vunnu.
Sannførandi ella ikki, so rakk sigurin til oddasessin, tí Stjørnan hevur nú 37 stig, Neistin 36 og Tjaldur 33. Stjørnan og Tjaldur hava tveir dystir eftir og kunnu vinna fýra stig aftrat, meðan Neistin bara hevur ein dyst eftir, har tvey stig kunnu vinnast.
Samstundis er støðan nokk so »tricky«, tí skal Tjaldur koma í FM-finaluna, krevst hjálp frá Stjørnuni, sum so skal vinna á útivølli ímóti Neistanum í seinasta umfari. Hinvegin skal Tjaldur so eisini vinna útidystin ímóti VB sunnudagin, umframt heimadystin ímóti VÍF í seinasta umfari. Um ikki, so er Neistin í finaluni saman við Stjørnuni.
Velja mótstøðulið
Við øðrum orðum er tað meira ella minni upp til Stjørnuna at velja sær mótstøðulið í FM-finaluni, har atlit tó eisini skulu takast at tí fyrimuni, endaligi oddasessurin ber við sær. Tað liðið, sum endar ovast í Sunset-kappingini, fær heimavøll í einari møguligari triðju finalu.
Allir tríggir dystirnir í hesum umfarinum, har Neistin er einasta liðið, ið ikki spælir, eru sunnudagin. Stjørnan tekur á heimavølli ímóti StÍF, ið saktans kann gera fortreð, tí samstundis sum Stjørnan ikki hevur verið so vælkoyrandi í síðstuni, megnaði StÍF eitt nú at vinna á Stjørnuni í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini.
Tann mest áhugaverdi dysturin er tó uttan iva tann í Vági, har VB og Tjaldur hittast. Her má og skal Tjaldur vinna, skal liðið framvegis vera við í kappingini við Neistan um hitt finaluplássið. Tað kann gerast trupult, tí VB megnar á heimavølli at arga øll, og enntá fekk VB javnleik á útivølli ímóti Tjaldri, tá liðini hittust síðst. VB kann við sigri fella Tjaldur, og tað man í sjálvum sær eisini vera eitt slag av góðari motivatión at hava við sær inn á vøllin.
Triði dysturin hevur bara kosmetiskan týdning, tá VÍF tekur ímóti Kyndli, tí vestmannakvinnur kunnu ikki taka Kyndil aftur kortini, eins og Kyndil heldur ikki kemur í nánd av VB, um tær grønu vinna.