VB misti aftur við brotssparki

Annað vikuskiftið á rað máttu vágbingar lata sær lynda, at teir fingu brotsspark dømt ímóti sær í seinastu løtu

Fótbóltur

Tað er einki at ivast í, at vágbingar vildu koma ígongd, tá teir á heimavølli tóku ímóti FS Vágum hósdagin. Undan hesum hevði liðið ikki tapt nakran dyst, men hinvegin geva tveir javnleikir ikki nakra serliga úrtøku heldur, og tí var avgerandi við einum sigri, um kósin skuldi setast móti ovaru hálvu av stigatalvuni.
Hjá vágamonnum stóð hinvegin ikki betri til. Teir báðir fyrstu dystirnir vórðu báðir taptir, og tí skuldi helst gerast talan um sigur nú, um talan ikki skuldi gerast um veruligt botnstríð.

Trýst uttan úrslit
Fyrra umfarið var tað fyri tað mesta heimaliðið, sum setti kósina, men einsamallir vóru teir tó langt frá um at gera mál.
Alt tóktist ganga eftir vild, tá Birgir Jørgensen tíðliga í dystinum kundi leggja VB á odda, men síðani kom stígur í. Ikki tí, vágbingar høvdu møguleikar at økja um leiðsluna, men brádliga var alt koppað á høvdið, eftir at Eyðfinn Fjalsbak við tveimum málum hevði lagt gestirnar framum.
VB fekk tó skil á aftur beint fyri steðgin, tá Milan Kulic sendi fríspark beinleiðis í netið, og í seinna hálvleiki spentu teir bogan høgt.
Alt meira fólk varð flutt fram á vøllin, men hóast trýst, so kom einki mál burturúr. Og so hendi tað aftur í evstu løtu. Vágamenn vóru farnir í álop, og tá bólturin varð sendur innfyri, togaði Palli Augustinussen Bjarna Prior niður.
Úrslitið var brotsspark, og og tó at beinini kanska vóru moyr eftir 93 minuttir, so var Jens Erik Rasmussen ísakaldur úr ellivu metrum, soleiðis at stigini vórðu tryggjað.

Týðandi sigur
Og tað er einki at ivast í, at stigini kunnu hava sera stóran týdning fyri vágamenn. Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, at hópurin hjá FSV man vera hin sterakasti seinastu nógvu árini, men sum uppflytari er tað mest sum altíð ringt at standa seg, um mótburðurin verður ov nógvur ov skjótt. Tað kundi hann lættliga verið eftir trý tap á rað, men við sigrinum hósdagin forðaðu vágamenn tó fyri, at so verður.
Hjá VB mundi tapið hinvegin koma illa við. Gaman í var liðið skert munandi, nú tveir leikarar vóru leikbannaðir undan dystinum, men hinvegin er einki at ivast í, at heimadystur móti uppflytarum er nakað, sum skal geva stig, og helst trý av slagnum.
Nú er kanska dekan ov tíðliga at staðfesta, hvussu tað fer at hilnast hjá vágbingunum í ár, men tað er heilt víst, at skulu teir klintra nakað væl longur upp, so mugu teir í øllum førum sleppa sær av við óvanan, sum teir nú hava fingið sær, har brotsspørk tvær ferðir á rað eru gjørd í evstu løtu.

Dysturin í tølum
VB-FSV 2-3 (2-2)
1-0: Birgir Jørgensen
1-1: Eyðfinn Fjalsbak
1-2: Eyðfinn Fjalsbak
2-2: Milan Kulic
2-3: Jens Erik Rasmussen (br.)