VB upp á oddasessin

VB-StÍF 34-22 (17-9)

VB tók so ruddiliga av, tá Stjørnan í dag misti stig í Havn.

Í heimadystinum móti StÍF var ongan tíð nakar ivi um, hvønn vegin stigini skuldu fara.

Seinna partin av fyrra hálvleiki vísti VB, at tær eru sera væl fyri í løtuni, og so gjørdist talan ongan tíð um nakran spennandi dystin.

Besti málskjúttin hjá VB í dystinum var Daiva Toumaite, sum skeyt 11 mál. Fyri StÍF skoraði Rebekka Justinussen 10 mál.

 

VB hevur nú 12 stig fyri 7 dystir. Stjørnan, sum er nummar tvey, hevur 11 stig.