Hondbóltur
Fleiri ferðir hevur verið tikið til, at dystirnir hjá kvinnunum í FM-endaspælinum ikki hava tann stóra týdningin. Hetta tí øll fýra liðini kortini verða partur av hálvfinalunum, sum verða á skránni í mars mánaði.
Sannleikin í hesum kann tó helst dagførast nakað, tí tað er lítil ivi um, at Stjørnan, VB og Neistin øll heldur enn gjarna vilja standa ovast, tá FM-endaspælið er liðugt. Fremsta liðið fær nevnliga tær á pappírinum lættastu hálvfinalurnar, og tí munandi betri sannlíki fyri einum finalusessi.
Í veruleikanum merkir hetta, at Stjørnan, VB og Neistin øll vilja stríðast fyri oddasessinum, sum VB í løguni liggur best fyri at taka. Nakað sum vágskvinnurnar sjálvar syrgdu fyri, tá tær seinasta vikuskifti vunnu trupla útidystin í Klaksvík.
Tað var tó ein dyggur smeitur fyri VB, at tær í sama dysti mistu Daivu Toumaite, sum fekk reytt kort miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Tað merkir, at hoon er leikbannað til dystin hesaferð, og so er spurningurin, hvussu VB tacklar ta støðuna. Ferð eftir ferð hevur verið sagt, at VB stendur og fellur við spælinum og skotstyrkini hjá Daivu. Um tað veruliga er so, fæst so ein ábending um sunnudagin.
Hin dysturin í FM-bólkinum verður millum Stjørnuna og Kyndil. Kyndil var í grundspælinum einasta liðið, sum megnaði at basa Stjørnuni, men kortini má Stjørnan her metast sum risa-favorittur.
Stendur á hjá VÍF
Í niðara bólkinum vann StÍF sær tvey sera týðandi stig, tá tær í Vestmanna vunnu á liðnum, sum annars hevur verið roknað sum tað sterkasta í bólkinum.
Tað hevur samstundis lagt stórt trýst á VÍF, sum nú nærum ikki hevur ráð at kiksa á Giljanesi, tá tær vitja hjá Søljuni. Hjá VÍF hevur spælið ikki koyrt serliga væl í endaspælinum, meðan Søljan hinvegin fekk eitt veldugt lyft við sigrinum á Tjaldri seinast.
StÍF skal á heimavølli taka ímóti Tjaldri, sum enn ikki hevur vunnið dyst í ár, hóast stór framgongd hevur verið í sjálvum spælinum. Og skal liðið bjarga sær undan niðurflytingini, er tað skjótt eitt krav, at talan verður um tvey stig sunnudagin. Í øllum førum kann uppgávan gerast meira enn vanliga torfør, um talan enn einaferð verður um tap.