VB væl á veg í fjórðingsfinaluna

Argjamenn, sum eru nógv plágaðir av skaðum, tykjast kunnu fáa møguleikar at standa seg í næstbestu deildini

LØGMANSTEYPIÐ

VB er framvegis ósigrað í bólkaspælinum. Leygardagin vunnu teir fyri aðru ferð á AB. Harumframt hava teir megnað javnleikir á heimavølli ímóti KÍ og á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað skal tískil vilja heilt illa til, um teir ikki fara at megna at spæla seg í fjórðingsfinaluna.
AB hevur mist møguleikan at halda fram í steypakappingini. Tað leggja teir neyvan nakað í. Um tapini ímóti EB/Streymi, KÍ og VB kunnu brúkast at samanspæla liðið, sum í fyrsta umfarinum í landskappingini ? á Sevmýri 17. mai ?skal spæla ímóti TB, so er nógv vunnið. Trupulleikin hjá AB hevur verið, at so nógvir spælarar hava verið skaddir. Leygardagin vóru seks av stuðulsspælarunum ikki við orsaka av skaðum. Og ein legðist afturat langa listanum. Málverjin, Jóhan Stenberg, kom ikki á vøllin eftir steðgin, tí hann hevði trupulleikar við knænum. Í staðin vardi Magni Thomsen málið í 2. hálvleiki.

Eingin ivi
VB var væl betra liðið. Í 1. hálvleiki løgdu teir stórt trýst á, teir skoraðu trý mál, og so tóku teir tað meiri róliga eftir hvíldina.
Dan Djurhuus stútaði til 1?0, eftir at Palli Augustinussen hevði lagt innfyri úr høgru. Palli Augustinussen økti til 2?0. Birgir Jørgensen snittaði við høvdinum langa sending longri fram á vøllin, og Palli rann undan verjuni og inn í brotsteigin, áðrenn hann smekkaði til.
Stutt undan steðginum skoraði sera væl spælandi miðvallarin, Milan Kulic, síðsta málið. Talan var um fríspark úr 30?35 metrum, sum slpp at sigla millum spælarar á báðum liðunum og í kassan.
Í 2. hálvleiki fór ferðin hjá VB eitt sindur niður. AB slapp at vera meiri við í spælinum. Eyðun Samuelsen fekk en risa møguleika, men hann sendi langt omanfyri málið.
VB hevur undanfarnu ferðirnar spælt við fýra í verjuni. Hesa ferð var uppstillingin 3?5?3, tí fleiri av føstu monnunum vóru fráverandi ? eitt nú var Boban skaddur og Dejan var leikbannaður.
Jákup Olsen var í miðverjuni. Hann er onkra ferðina komin inn, men hetta var fyrsta ferðin, at hann var á VB liðnum frá fyrsta bríksli.

VB?AB 3?0 (3?0)
1?0: Dan Djurhuus
2?0: Palli Augustinussen
3?0: Milan Kulic
VB: Bjarni Johansen ? Michael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Jákup Olsen ? Palli Augustinussen, Jón Gærdbo, Milan Kulic, Poul Poulsen, Dan Djurhuus ? Birgir Jørgensen, Predrag Zivkovic
AB: Jóhan Stenberg ? Svenning W. Hansen, Karl Leonsson, Bernhard Petersen, Uni Mortensen ? Hans Jørgen Djurhuus, Signar Johannesen, Flóvin Jespersen, Brynleif Hansen ? Johnny Samuelsen, Eyðun Samuelsen