Kvinnurnar úr Vági gjørdu tað óneyðuga spennandi, men við teprum 24-23-heimasigri á StÍF liggur VB framvegis væl fyri í FM-stríðnum
Fyrri hálvleikur gekk ógvuliga javnt á, og speglaðist hetta eisini aftur í hálvleiksstøðuni, sum gjørdist 10-10. Í seinna hálvleiki var tað heldur óvæntað StÍF, sum sat á dystinum og leingi sá út til at strandakvinnur skuldu fáa stig við sær norður um fjørðin.
Seint í dystinum fekk Rebekka Justinussen hjá StÍF reytt kort, og tá ið venjarin í sama viðfangi eisini fekk útvísing fyri at brúka seg, varð ein vend skapt. VB vendi dystinum, vann tepur 24-23 og heldur tískil eina góða støðu í FM-stríðnum, har tær – hóast at hava leikt ein dyst færri – ligga ájavnt við Stjørnuna á 2. plássi.
VB – StÍF 24-23 (10-10)
VB: Gurið Mortensen (10) Rannvá Johannessen (5) Bára K. Mortensen (3) Natasha Ivanovski (2) Laila Jespersen (2) Una Egilsdóttir (1) Helga Kjærbo (1)
Útvísingar: 2x2min.
StÍF: Fríðrún Danielsen (8) Birna Tummasardóttir (5) Rebekka Justinussen (4) Oddrún Danielsen (3) Birita Poulsen (2) Irena Dam (1)
Útvísingar: 5x2min.
Reytt kort: Rebekka Justinussen