- Hóskvøldið á G! Festivalinum eydnaðist heilt framúr og endaði við einum braki, sum ongantíð er sætt í Føroyum, tá SBCR aka The Bloody Beetroots østi sandin upp í skúm. Men, tónleikaskráin í kvøld er um møguligt enn sterkari.
Tað siga tey, sum standa aftan fyri G! Festivalin í Syðrugøtu.
- Á tjaldingarøkinum vaknaðu tey í regnvátum tjalddúki, men hjá teimum flestu sat smílið so rimmarfast eftir hóskvøldið á G!, sum fer í søguna, sum ein tann besti hósdagurin á G! nakrantíð. Metsølan av atgongumerkjum til hósdagin vitnaði um, at sterka uppstillingin og tónleikaligu upplivingarnar stóðu mát.
Veðurgudarnir hava spælt við vøddunum í dag við sílandi regni og eitt sindur av vindi, men tey veðurkønu í Gøtu eru vís í, at út móti kvøldið fer veðrið at batna munandi.
- Vit ivast ikki í, at kvøldið í kvøld verður enn betri, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G! Festivalinum.
Pallurin á Spæliplássinum er um at vera klárur, og stjórin gleðir seg og hevur latið seg í til eitt gott kvøld á G! Festivalinum.
Sagt verður úr Gøtu, at nógva regnið hevur argað pallin á Spæliplássinum, har ein riva í dúkinum hevur seinkað framførslunum ett sindur.
- Men, nú frá klokkan 18 í kvøld koyrir Spæliplássið eftir ætlan. Undanfarin ár hevur onkuntíð verið neyðugt at flyta framførslur av pallinum á sandinum, men eftir at Gøtu kommuna hevur tryggjað undirstøðið er pallurin á Sandinum rimmarfastur.
Sigvør Laksá vísir á, at tónleikaliga upplivingin hóskvøldið varð sterk, men skráin í kvøld er enn sterkari.
- Frá Hudson Taylor við Gabrielle Aplin til Leu Kampmann, Hamradun, Songhoy Blues og Steve’n’ Seagulls hava vit eina krútsterka skrá. Tá vit so leggja Fjósið aftrat, har eitt nú Uni Debess og Janus & The Crowberry Band spæla, so er nærum fullkomið.
Stjórin í G! Festivalinum sigur, at ein broyting er í skránni, og tað er G! drotningin, Eivør, sum er betri fyri enn nakrantíð áður. Hon fer á pall í annaðkvøld, leygarkvøldið.