Hin mest óvandaliga tulkingin av marxismuni er teoriin um tað óundansleppandi, har kapitalistiskt kollaps er eins ivaleyst sum at vit ikki hava hoyrt tað seinasta frá tíðindastovuni Carlsen
Í einum tíðindaskrivi við titlinum “Urgent Action Needed As Arctic Ice Melts”, nísti Greenpeace, at norðurpólurin fer at vera ísfríur í 2030 takkað veri “alheimsupphiting”.
Tað er ikki oftani, at ein væl upplýstur, vitborin og mótaður journalistiskur spyrjari kemur við avbjóðandi spurningum um veðurlagsbroytingar og veruleikan aftanfyri romantiskan orkupolitikk. Hendingaferð upplivur tú tað í donskum fjølmiðlum, ikki oftani, men oftari í bretskum fjølmiðlum, men ongantíð í føroyskum.
Mestsum altíð sleppa forbrúkshatandi og hitafikseraðir stovnar sosum Greenpeace heilt óavbjóðað at koma við fullvegis absurdum yvirlýsingum um vísindi og politikk.
Men hin 5. august, júst sum fráfarandi stjórin í Greenpeace International, Gerd Leipold, skuldi til at hátíðarhalda sín innara hvølp í kompromileysu sendingini HARDtalk, fekk hann bara so av at vita frá framúr fyrilitsleysa Stephen Sackur, at tú sum hyggjari ikki visti, hvørt tað sømdi seg at njóta henda knúsandi ósigur. Men sjálvandi gjørdi eg tað—hvussu kundi tú ikki.
Leipold, hesin sjálvgóði forbrúkshatandi umhvørvisfrikur, stóð á berum... púrasta ráðaleysur. Yndisløtan, hugsi eg, var tá ið Leipold varð tvingaður at viðganga, at grønlendski ísurin ikki fór at bráðna um góð tjúgu ár, hóast Greenpeacesa PR-deild hevdaði, at hann fór. Hansara “eg lesi ikki øll tíðindaskrivini”-mølman fekk meg at kódna í láturi.
Vitandi, at tað hevði tikið ártúsund at bræða Grønland niður, at grønlendska ísfløtan fatar um 1,6 miljónir ferkilometrar við einum dýpi á 3 kilometrar í miðjuni, og at ísurin hevur yvirlivað munandi “heitari” tíðarskeið enn núverandi, kveistraði Sackur burtur skilaleysu hevdanina.
Ikki óvæntað royndi hesin mest týdningarmesti træklemmari at leypa á marglætiskendan lívsstíl, vesturlendskan grammleika, búskaparvøkstur og orkuforbrúk, hvat umhvørvisvernd og klimahvøkkjan av sonnum er eitt skjól fyri, men Sackur svaraði aftur við at ákæra umhvørvis-fundamentalistiska stjóran í Greenpeace fyri at koma við “villleiðandi upplýsingum” og brúka “skrøgg og ógrundað svartskygni”.
Til at byrja við royndi Leipold at fóta sær bara við at vera nóg nasvísur, men kendi seg kortini noyddan at yvirgeva seg, tá ið Sackur fortelur honum, at hann júst er afturkomin frá grønlendsku snjóhettuni... so hann veit, hvat hann tosar um.
“Ókey, kanska fer ísurin ikki at smelta í 2030”, má Leipold loksins ásanna. “Hatta var møguliga eitt mistak”. Men tað er í lagi hjá Greenpeace at gera hesi, hm!, “mistøk”, vil Leipold vera við. Og grundin, sambært jánkasliga stjóranum í Greenpeace, er henda: “Verandi ein trýstbólkur mugu vit kenslugera málini, og vit skammast ikki um hetta”. Puff.
So, apsalutt ongin grund til at umbera seg, meðni; eingin grund til at orsaka seg fyri at eggja til tað slag av nonsense, ið skumpar politiskar leiðarar at taka kostnaðarmiklar og táputryggjaðar avgerðir, sum skaða heimsbúskapin, sum skaða forbrúkaran, sum leiða burtur knappar ressursir frá økjum, har trotið frammanundan var størst og, endaliga, fara at gera tey veiku í verðini veikari.
Seinni í samrøðuni, nú komin so nøkulunda fyri seg aftur, krevur hann, at Amerika og, ja, restin av verðini bumba sín búskap og tilhoyrandi samfelag aftur í myrku miðøldina, har tey búðu í evjutum kroysum og seldu frælsið hjá ljótastu dóttrini dekan ov bíliga.
“Lívsstílurin hjá teim ríku er ikki grundaður á eitt dygdargott modell”, segði Leipold. “Um tú tekur lívsstílin, tess kostnað á umhvørvið, og faldar hann við miljardum av fólki og einum vaksandi heimsfólkatali, endar tú við einum tali, ið trúliga loypir hvøkk á teg.”
Maðurin má liva í eini skinverð, tí nettupp við at gera fólk ríkari, serliga tey í Kina, India og Afrika, spyrjast færri fólk burturúr—um nú ønskriliga málið um “tamarhald á heimsfólkatalinum” skal realiserast. Í álvara, eg veit ikki, hvat er gleðiligari: eyðmýkingin av Greenpeacesa órógvandi samvitskuloysi, sum felagsskapurin promoverar mytuna um “mannaelvda alheimsupphiting”, ella frálíka avrikið hjá BBCsa Stephen Sackur, sum hann avdúkar hana.
Umhvørvisvernd tykist at hava smurt upp á seg kendu teoriina hjá Woody Allen í leiklutinum sum tann neurotiski Alvy Singer í filminum Annie Hall, har hann gav sítt boð uppá hvat skyldskapur er fyri nakað. Skyldskapur, sigur Alvy, er sum ein hávur. “It has to move forward constantly or it dies. And I think what we have on our hands here is a dead shark.”
Kortini, inntil Al Goresa An Inconvenient Truth og tørvin hjá státsleiðarum saman við einum riðili av politiskum nobodies aftur at finna eina stórsligna moralska søk, brúkti hesin umhvørvisverndarinnar mishugaligi hávur fleiri áratíggju uppá at svimja í ring. Satt at siga, so kom hann ikki úr stað, við tað at onkuntíð fór hann frameftir, onkuntíð aftureftir, og var hann ikki til størri fortreð fyri sínum livandi sjógrannum enn Rasmus Effersøe er fyri Sunleifi Rasmussen. Hann var, í stuttum, ikki ein serliga ræðandi hávur.
Men soleiðis er ikki nú. Umhvørvisvernd er blivin til ‘de rigeur’ fyri ein og hvønn, ið hevur eitt stunandi ynski um at koma í almenningin... og verða verandi har. Ikki bert politikarar, men prestar, prinsar, poppstjørnur, journalistar, sjálvt tannlæknar og fleirtjóðafyritøkur, alt í eini roynd at føra seg fram sum tann, ið elskar náttúruna mest, og tí umhvørvið mest, og tí heimin mest. Altso, óskaðiligi hávurin er vorðin skaðiligur.
Misskil meg ikki, eg skilji væl óvirðiliga ynskið um at gera seg upp fyri politisku elituni. Politiskar karrierur kunna bjargast við at keypa vistfrøðiligar maiskolbur og aðramáta lata seg marka sum umhvørvisvinarligur. Tak miseydnaða forsetavalevnið Al Gore, sum nú skjótt má vera fokkaður av at fisa aftur og fram í sínum privata karbon-framleiðandi jettlogfari meðan hann so effektivt syrgdi fyri einum comeback sum filmsstjørna og planetariskur powerpoint-krossfari.
Hetta gevur so sanniliga tómum og troyttum politikarum ein nýfunnan leiklut, hvat so aftur gevur okkum innlit í, hví teir gera sær dælt av uppgjørda retorikkinum.
Men nú, tá ið fólk styðja hvørjumøðrum í, at “okkurt má gerast”, er kritisk mótstøðu til óumberligu innførsluna av eini størri røð av autoriterum og moralistiskum umhvørvispolitikki í uppisetri.
Politikarir vilja partú sleppa at gera sparni til eina dygd og stigmatisera forbrúkið hjá vanligum borgarum. Húski skula til at spara við útlátinum, líka frá at “skola ikki so nógv niður!” og “sløkk nú ljósið!” til “renn meira!”, hvørs krav er innlimað í nakað so fjákutum sum einum rørsluári.
Jú, stóribeiggi hyggur, og um ikki so leingi fara byggiharrar saman við myndugleikum at krevja minni baðikør so at forða okkum syndarum at brúka ov nógv vatn og tíð inni í vesinum. At baða sær og sita á vesikummuni skuldi helst verið ein ábending um tøkniligt og sosialt framstig, men fara vit fyrst at skoða slíkar hentleikar ígjøgnum prismuna, ið eitur karbon-skerjing og persónlig avmarking, verður tað, at sita leingi á kummuni og skola væl og virðiliga upp eftir sær og fáa sær eitt bað á tremur við vatni, fatað sum “anti-sosialur atburður” (málnýtsla, vanliga kannað sosialstýrandi sosialdemokratum, men sum nú eisini skilafólk eru farin at brúka).
Í 2007, í eini røðu, lýsti David Miliband, bretski uttanríksmálaráðharrin, hátíðarliga, at “those who deny climate change are the flat-earthers of the 21st century”. Á so! Slík ærumeiðandi herferð ímóti “climate change deniers”, teimum, ið ikki eru sannførd um alheimsupphiting, verður í alt størri mun brúkt fyri at kvala kjakið við at samsvara umhvørvistreytað ivasemi við ótespiligu noktanina fyri nasistanna hópmorð av jødum.
Fyri tað fyrsta, veruligir veðurlagsserfrøðingar (heldur enn ímyndaða og dularfulla “scientific community”, harímillum Bogi Hansen og starvsfólk á Føroya Náttúrugripasavni, sum heilt høpisleyst geva veðurlagsbroytingum skyldina fyri, at Vípan er vorðin nýggjur búfuglur í Føroyum) eru enn í ógvusligari trætu, hvat “veðurlagsbroytingum” og tilhoyrandi kjaki viðvíkur. Vísindalig frambrot henda, hóast alt, nettupp við at seta spurningar og avbjóða elskað hugskot.
Men, og av størri týdningi, politikarir og aktivistar fjala seg handan sonevndu “veðurlagsvísindina” til tess at skíra málið “case closed” og haðani vinna politiskan legitimitet fyri sína politisku dagsskrá.
Vit eiga at loysa íkomna knútin millum politikk og vísindi. Jarðfrøðingar, veðurfrøðingar og veðurlagssfrøðingar eru helst himmalsfegnir fyri nýligt uppmerksemi og væluppiborna viðurkenning; men vit, og teir, eiga at ansa okkum, tá ið fløkjaslig vísindalig stríðsmál verða roknað um til einføld politisk herróp.
Hvønn enn tú ert í parti við í trætuni um “veðurlagsbroytingar”, eigur tað, at politisera vísindi og máa undan kjakinum saman við politiskari einsrættan, at vekja ótta. Og hvør enn veruleikin um “alheimsupphiting” er, vilja talufrælsi og rationalitetur altíð vera bestu amboðini í royndini at loysa trupulleikan.
Vitonnur, ið siga kortanei til at fara upp í hatta fariseiska fylgið, eru fyri óliberalari øði og kunna vænta okkum bannlýsing úr tí góða selskapinum. Vit eru sannførd um, at ríkidømi og trúgvin á, at menniskjað er ført fyri at skipa sína egnu lagnu, er blivin avloyst av fatalismu.
Sjálvandi, eg havi aldri verið ein íðin verji av manifestinum hjá Marx, men hin mest óvandaliga tulkingin av marxismuni er teoriin um tað óundansleppandi, har kapitalistiskt kollaps er eins ivaleyst sum at vit ikki hava hoyrt tað seinasta frá tíðindastovuni Carlsen.
Marx var ikki nakar deterministur. Var tað nakað, hann var sannførdur um, íðan, tá var tað, at eingin skipan bara kollapsar—vit skipa heimin, og tað eru vit, ið montera ella demontera einhvørja skipan.
Í dag er almenningurin presenteraður sum nøkur ólukkulig offur. Fullvegis hjálparleys, sum vit standa yvir av kreftum, sum vit ikki hava tamarhald á, og tvingað at taka ímóti góðum ráðum frá donskum “fíggjarfrøðingum” og føroyskum bankastjórum, hvør inkompetentari enn annar. Vit verða umtalaði sum “skattgjaldarir”, sum um tað er okkara einasti samleiki. Men hvat bleiv av hugskotinum um borgarar, aktivar politiskar borgarar, ið hava frítt í at velja, og sum við sínum suverena valdi kunna ávirka broytingar?
Tó, hvussu tú enn víkur og vendur, so er tað í dag soleiðis, at tað er ikki tað, veðurlagsbroytingar ikki fáa skyldina fyri—ella, og rættari, sum sosialistiskir ófrættaboðarar eins og Gerd Leipold ynskja at geva veðurlagsbroytingum skyldina fyri. So, kann eg, ein borgari, fáa mín forpulaða life-coach aftur, takk!
Prei: Á heimasíðuni Not Evil Just Wrong ( HYPERLINK "http://www.noteviljustwrong.com/blog/general/178-phelim-mcaleer-a-ann-mcelhinney" www.noteviljustwrong.com/blog/general/178-phelim-mcaleer-a-ann-mcelhinney”) sært tú Stephen Sackur petta Gerd Leipold sundur.
Eisini er ein størri ørgrynna av heimasíðum, ið avsanna veðurlagsbroytingarnar hjá Boga Hansen og hansara tendenskæru og holistisku náttúrufrikum.
Teirra millum er Watts Up With That. Tó, í samvinnu við Not Evil Just Wrong verður nógv umrøddi heimildarfilmurin við sama navni, Not Evil Just Wrong (sum systematiskt og við gløggskygdum grundgevingum hevur dularfullu og deprimerandi spádómarnar um broytingar í veðurlagnum fyri gjøldur) vístur fyri fyrstu ferð um 47 dagar, 20 tímar, 13 minuttir og 6 sekund.