Eitt lágtrýst í útnyrðing úr Lofoten gongur spakuliga í landyrðing og grynnist. Køld og óstøðug luft rekur móti Føroyum av útbyrðingi og norði. Ein hátrýstryggur yvir Íslandi fer spakuliga eystureftir og hevur støðugt veður við sær. Sunnudagin og mánadagin koma brúgvaløg vestaneftr, men røkka væntandi ikki Føroyum.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av av landsynningi, sum veksur upp í ein strúk. Turt og sól av og á. Hitin liggur um 4 - 7 stig. Út á náttina meira skýggjað, og hitin verður 4 stig.
Veðrið sunnudag og mánadag
Stívt andøvsgul til strúk í vindi av landssynningi. Skýggjað og tám, men av og á sær sólin. Sunnumorgunin regnar av og á. Hitin liggur millum 5 og 9 stig.
Veðrið týsdagin
Lot til andøvsgul av eystri og landsnyrðingi. Turt og sól av og á. Hitin millum 5 og 8 stig