Ikki var tó hin stóri vinningurin, sum stóð á skránni hetta fyrsta umfarið, men hetta fer kortini ikki at taka mótið frá teimum báðum liðskiparunum, sum eisini dystaðust mánakvøldið.
Magni vann
Skal ein vinnari takast fram um eftir dystirnar leygardagin, er hesin Magni Jarnskor. Í skipanini hevði hann 11 av teimum 13 dystunum rættar, og ikki færri enn 8 av teimum 10 útgangsteknunum vóru røtt.
Sum nevnt í greinini niðanfyri, so merkir hetta tó ikki, at hann eisini hevði nakað rað við 11 røttum dystum, men mátti hann ístaðin taka til takkar við einari røð við 10 røttum dystum.
John eisini 11
John Petersen hevði eins og Magni Jarnskor 11 rættar dystir í skipanini, men tá hann bert hevði 3 av U teknunum røtt, varð úrtøkan hjá honum heldur lakari. Sostatt var einki rað við vinningum á hjá John.
Samanlagdi vinningurin hesuferð varð sostatt 42 krónur, sum Magni fekk fyri raðið við 10 røttum, og so er bert at vóna, at meira legst afturat komandi vikurnar, tá Jan Joensen úr KÍ og Rúni Nolsøe úr HB fara at koma við sínum gitingum