Klaksvíkingar telja niður til ein hin størsta dagin í 116 ára langu søguni hjá KÍ.
Komandi mikukvøld spælir KÍ fyri fyrstu ferð á veruligum heimavølli í dysti í evropeiskari kapping.
Klokkan 19 mikukvøldið tekur KÍ móti sterka slovakiska liðnum, Slovan Bratislava í undankappingini til Champions League. FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.
Tær fyrstu altjóða veddingarfyritøkurnar geva nú odds uppá dystin við Djúpumýru komandi mikukvøld, og sigast má, at veddingarfyritøkurnar geva Slovan Bratislava ein greiðan favorittleiklut til at vinna dystin aftaná vanliga leiktíð.
Minsta oddsið uppá heimasigur aftaná vanliga leiktíð er 9,5, og hægsta oddsið uppá útisigur aftaná vanliga leiktíð er 1,31.
Her eru oddsini hjá seks altjóða veddingarfyritøkum uppá dystin KÍ-Slovan Bratislava:
6 veddingarfyritøkur: KÍ-Slovan Bratislava | 1 | X | 2 | ||
---|---|---|---|---|---|
1xBet | 11.00 | 6.40 | 1.30 | ||
Betclic | 11.00 | 6.05 | 1.31 | ||
Betfair | 10.00 | 6.00 | 1.29 | ||
Betsafe | 9.85 | 5.40 | 1.27 | ||
Betsson | 9.85 | 5.40 | 1.27 | ||
Interwetten | 9.50 | 5.25 | 1.27 | ||
Gjøgnumsnitsodds: | 10.20 | 5.75 | 1.29 |