Veddingarfyritøkurnar: Púra javnt millum TB og AB

Síggj oddsini hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin TB-AB, ið byrjar við Stórá klokkan 19 í kvøld

Klokkan 19 í kvøld er fyrsti dysturin í 14. umfari í Betrideildini á skránni.

 

Jóansøka er og tí spæla TB og AB við Stórá í Trongisvági í kvøld klokkan 19.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og skal ein trúgva oddsunum verður talan um ein javnan og spennandi dyst.

 

Oddsini upp á heimasigur til TB liggja millum 2,30 og 2,75.

 

Oddsini upp á útisigur til AB liggja millum 2,25 og 2,55.

 

Oddsini upp á javnleik, ið ikki er eitt ósannlíkt úrslit liggja millum 3,25 og 3,45.

 

Her eru oddsini:

 

##med2##