Veðurlagsfundur spáddi í 1990 støðuna í 2021

Veðurlagsbroytingarnar eiga ikki at koma óvart á serfrøðingar og politikarar, um tey hava lisið frágreiðingarnar frá veðurlagspanelinum hjá ST. Spádómurin frá 1990 er nær við veruleikan í dag.

Stringer Argentina/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað skrivar danska blaðið Jyllands-Posten.

 

Veður má sær ráða, og tað er ógjørligt at spáa um veðrið. Tá tað snýr seg um verðurlagið, sum er veðrið í eitt longri áramál, hevur umstrídda veðurlagspanelið hjá ST, IPCC, hinvegin víst seg at duga serliga væl at spáa um framtíðina. So væl, at bæði veðurlagsgranskarar, ein fyrrverandi veðurlagskommiserur og ein atfinnari sum Bjørn Lomborg rósa veðurlagspanelinum, sum kom við sínu fyrstu frágreiðing í 1990 – altso fyri 31 árum síðani – fyri at hava rakt næstan júst tað veðurlag, sum er er á klótuni í dag, skrivar Jyllands-Posten.

 

##med2##

 

IPCC segði í 1990, at hitin á jørðin fór at vaksa við umleið 0,3 stigum fyri hvørt tíggju ára skeið – við einum spenni upp á 0,2 - 0,5 stig – tøl frá amerikanska Nasa og bretska Met Office vísa í dag, at hitin í tíðarskeiðinum er hækkaður við milum 0,23 og 0,27 stigum fyri hvørt tíggju ára skeið treytað av máliháttinum.

 

Eisini skrivaði IPCC í 1990, at vatnið í heimshøvunum frá 1990 til 2030 fór at hækka við umleið 18 cm – við einum spenni frá 8 til 29 cm. Sambært amerikanska NOAA er havið frá 1990 til 2020 hækkað við umleið 9 cm og er hækkað heldur meira síðstu árini. IPCC metti eisini, at havið í 2100 fór at vera hækkað við umleið 65 cm í mun til fyri ídnaðargerðina – ógvulig nær tí, sum leiðandi serfrøðngar enn meta.

 

##med3##

 

 

 

Stringer Argentina/Reuters/Ritzau Scanpix

REUTERS/David Becker/File Photo

Yiannis Kourtoglou/Reuters/Ritzau Scanpix