Grindin, ið bleiv funnin út fyri Syðradal í morgun, er nú á veg inn í Sandavág. Tað upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður.
- Hon verður rikin inn á Sandavág nú. Drápið byrjar nokk um einar fimtan minuttir, sigur sýslymaðurin.
Tað gekk annars rættiliga leingi, áðrenn bátar komu til grindina í morgun, men sum skilts á sýslumanninum, so eru nú fleiri bátar við í rakstrinum. Fyrr í dag metti sýslumaðurin eisini, at grindin var um 200 hval.
Ein onnur grind bleiv funnin út fyri Velbastað fyri einum tíma síðan og verður hon nú rikin til Havnar.