Løgreglan hevur seinnapartin dagført støðuna eftir stóru oljudálkingina á landsvegnum í Eysturoynni.
Avsperringin á strekkinum millum Skála og Skálafjørð er nú tikin burtur.
Sambært tilbúgvingarleiðaranum er vegurin kannaður, og veðrið hevur hjálpt væl til. Vegurin er turrur, og tí varð mett, at tað var trygt at lata hann upp aftur.
Framvegis er landsvegurin tó stongdur frá Skálafirði um Skipanes til Syðrugøtu, har arbeiðið við at rudda oljuna av vegnum heldur fram.
Lesið eisini: Løgreglan sperrar langt vegastrekki vegna oljudálking
Løgreglan væntar, at norðurkoyrandi sporið frá Skipaneskrossinum kann latast upp aftur um ein tíma ella so.
Hvussu verður við ferðsluni suðureftir, er enn ikki endaliga avgjørt. Møguleiki er fyri, at ferðslan eisini verður leidd ígjøgnum undir skipaðum viðurskiftum, men tað verður mett um, tá arbeiðið er komið longur.
Inntil tá mælir løgreglan bilførarum, sum skulu suðureftir, til at brynja seg við toli, tí drúgvar seinkingar kunnu framvegis væntast.
##med2##












