Veiðilyndið liggur í

.

Lítli Pól av Argjum var farin út í støðna við abbanum hendan dagin.

Teir riggaðu sær eina lítla tráðu til, og Pól fekk ein summarseið, sum hann ógvuliga errin kom berandi heim eftir vegnum við. Hann skuldi heim at vísa mammuni.

Hvør veit? Kanska bregður hesin lítli ikki úr ætt. Tað hava sanniliga verið veiðimenn í ættini fyrr.

Ættin er av Strondum, har langabbin í ein mansaldur átti skip, sum hann sjálvur førdi og varð kendur millum manna.

Nevndur er hann í Siglingarsøguni sum ein teirra, sum man hava ført størst samlaðu veiðu til lands.

So lítli Pól hevur gott at bregða til.