Veit hvat hann vil

?Tú verður ikki formaður í Venstre av ongum, sigur Jóannes Eidesgaard m.a. um Anders Fogh Rasmussen

Vitjan

?Tað, at ein nýggjur forsætisráðharri kemur til Føroya so skjótt aftaná, at hann er settur er ikki nakað nýtt, men tað undrar meg, at hevur fund við Sambandsflokkin og ikki Javnaðarflokkin, sigur Jóannes Eidesgaard, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um vitjanina hjá danska forsætisráðharranum í komandi viku.
Tað, at Anders Fogh Rasmussen bert heldur fund við Sambandsflokkin, heldur Jóannes Eidesgaard vera ótaktiskt.
Jóannes Eidesgaard fegnast eisini um, at Anders Fogh Rasmussen leggur upp til samstarv, men vit eiga ikki at missa málið av hesari orsøk, tí Anders Fogh er framvegis Anders Fogh, og hann hevur eisini bæði drúgvar royndir í politikki og kunnleika til føroysk viðurskift.
?Okkara sjónarmið skulu ikki vinnast yvirfyri Anders Fogh Rasmussen, men heldur yvirfyri tí føroyska fólkinum, men Anders Fogh Rasmussen skal vera hjartaliga vælkomin, og vit eisini at fáa eitt gott samstarv við hann, sigur Jóannes Eidesgaard.

Ávirkaður av Blaire
Jóannes Eidesgaard hevur sjálvur sitið á fólkatingi í fýra, tá Anders Fogh var leiðari fyri Venstre, og hann kennir eisini eitt sindur til nýggja danska forsætisráðharran.
?Anders Fogh er ein maður, sum veit, hvat hann vil. Tú verður heldur ikki formaður í Venstre av ongum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum greiðir víðari frá, at Anders Fogh er ógvuliga ávirkaður av Tony Blair og hansara hátti at føra valstríð og annað.
?Hann er ein ógvuliga modernaður polittikkari. Eg haldi nógv um tað, at hann ikki sjálvur tekur orðið oftani, men letur framsøgufólkinum sleppa framat, heldur Jóannes Eidesgaard.
Reint ideologiskt heldur Jóannes Eidesgaard, at hann mestur áður hevur verið meira liberalur enn hann er nú, men hetta er ofta soleiðis í politikki.