Veiting úr Íslandi

Jú tygum lósu rætt.

Fyri at senda sjúklingar til Ísland kundu fingið eina passandi samsýning haðani, so skuldu danir ikki goldið alt, og vit kundu brúkt okkara egna heilsuverk til gransking, tá var óføra lætt at fáa læknar hendavegin við atliti til at gera brøgd á vísundaliga økinum. Her er so avsíðis, men friðaligt, sera gott umhvørvi, gott fyri granskarar.

Tað er nú einaferð ikki hugaligt at fáast við sjúk fólk, tey blíva gomul og doyggja nú alíkavæl. Tað er nú betur at granska og so kundu vit selt úrslitini, ja so kom alt at hvíla í sær sjálvum, so komu Føroyar á ein heilt annan hátt á verðinskortið, ja vit kundu gingið og gabbað av at vera føroyingar. Ikki bert at spekulera um at fingið so nógv sum møguligt av veitingum uttanífrá.


Heilsan

Jákup Dalsgaard