Ólavur í Beiti
Týsdagin legði Helena Dam á Neystabø fram uppskot till løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, og sambært uppskotinum er talan um munandi ábøtur.
Sambært hesum uppskoti um áseting og javning av almannaveitingum, hækkar viðbótin til giftan fólkapensjónist við 9.000 kr. um árið og til stakan við 11.000 kr. um árið. Viðbótin til giftan fyritíðarpensjónist við 4.000 kr. og til stakan við 5.000 kr.
28 mió. kr.
Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Helena Dam á Neystabø, at mett verður, at henda hækking kemur at kosta umleið 28 mió. kr. fyri ár 2000. Upplýst verður eisini, at hetta er útroknað á tann hátt, at áðrenn upphæddirnar til fyritíðarpensjón og viðbótin til fólkapensjón verða útroknaðar eftir inntøku, er ein frádráttur gjørdur í inntøkugrundarlagnum uppá 41.200 kr. ella 20.600 kr. Upphæddirnar verða hareftir lækkaðar við 60%.
? Hetta merkir, at fyri hvørja krónu pensjónisturin hevur í inntøku umframt pensjónina, lækkar pensjónin við 60 oyrum. Tó ikki grundupphæddin hjá fólkapensjónistum. Hetta er ásett í lógini um almannapensjónir.
? Viðbótin til fólkapensjónistar verður ávirkað av inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans, meðan pensjónin til fyritíðarpensjónistar verður ávirkað av inntøkuni hjá pensjónistinum sjálvum. Hetta er eisini ásett í lógini um almannapensjónir, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum.
1. apríl
Og so skal javningin fara fram 1. apríl á hvørjum ári. Sambært uppskotinum kemur hækkingin í gildi 1. januar í nýggju øldini, og umsitingarliga merkir hetta, at Almannastovan fyrst skal umrokna hækkingina til 1. januar og hareftir javningina til 1. apríl sama ár.
At enda sigur Helena Dam á Neystabø, at sambært hesum uppskoti verða upphæddirnar á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum.