Nú eru fimm ár síðani, at felagið Tvørabáturin í Keypmannahavn, varð stovnað.
Ì tí sambandinum verður fimmárahald í annaðkvøld, 30. apríl.
Veitslan verður í felagshúsinum á Vesterhavsvej í Norðhavnini í Kypmannahavn
Ólavur á Heygum, oddamaður í felagnum, sigur, at felagshúsið er nýliga innrættað við veitsluhøli á1. hædd, sum tey kalla Uppistova. Har ber til at borðreiða til næstan 100 fólk.
À veitsluni í annaðkvøld fáa tey fyrst fiskasúpan, har bótin er kalvi av flakavirkinum á Tvøroyri. Høvuðsrætturin er oksasteik við øllum góðum afturvið.
Undir borðhaldinum verður eisini eitt mentanartiltak, sum ongantíð hevur verið framført fyrr.
Men hvat tað er, verður ikki avdúkað, fyrrenn undir sjálvum borðhaldinum.
Annars hevur felagið Tvørabáturin eisini fingið tónleikaútbúnað, sum klubburin, "Cairo" í Keypmannahavn hevur goldið ein part av. Kairo er klubbur, sum vágbingurin, Danjál Thorsteinsson, eigur og útbúnaðurin skal brúkast til dans og onnur mentanartiltøk.
Umframt alt hettar, fara tey eisini at selja lutaseðlar. Peningurin, sum kemur inn, skal brúkst til at keypa ein treylara og nýggjar árar til Tvørabátin.