Um vikuskiftið gjørdist tað endaliga greitt, at Velje flytir upp í superliguna aftur. Vejle hevur ligið í toppinum í donsku 1. deild alt árið, og eftir at teir fyri nøkrum vikum vunnu avgerandi dystin ímóti Lyngby um næstfremsta plássið, hava teir havt góðan mun til hini liðini. Og um vikuskiftið vann Vejle heili 4-0 á Brønshøj, og tað var nóg mikið til at staðfesta uppflytingina. Hóast eitt umfar er eftir at spæla, kann eingin fáa Vejle aftur, og teir flyta upp saman við antin Randers FC, Lyngby ella Køge