DANMARK 1. DEILD
Tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fótbólti. Tað er støðan hjá Vejle gott dømi um. Fyri einum mánað síðani vóru teir mitt í røðini, og allar vónir um superliguna vóru langt burtur. So góvu teir venjaranum sekkin, og nýggi venjarin hevur megnað rættuliga at vent skútuni.
Sunnudagin vann Vejle 4?1 í Hvidorve, sum hevði Óla Johannesen á liðnum. Ulrik Balling er flúgvandi á Vejle liðnum. Sunnudagin skoraði hann til 3?1. Undir fyrra venjaranum var Christian Høgni Jacobsen vongverji. Men nýggi venjarin metir hann sum álopsspælara. Ttrupulleikin er, at Ulrik Balling er so góður, at Christian Høgni sleppur ikki framat har frammi.
Sunnudagin vann Herfølge 3?1 á heimavølli ímóti Frem. Harvið er Herfølge so at siga flutt upp, hóast venjarin sigur, at teir bara hugsa um ein dyst í senn. Hjá Frem kom tapið illa við. Nú eru teir bara trý stig frammanfyri Vejle.
Hvidovre er á niðurflytingarplássi eftir tapið ímóti Vejle. Tað kom illa við hjá teimum, at B93 vann grannadystin ímóti HIK 4?2.