Steintór Rasmussen
-------
Tvey ár við einum valdømi var nokk. Føroyingar tola ikki ov stórt frælsi, og fólkaræðið skal aftur avmarkast til, at vit mugu velja grannan, pápabeiggjan ella onkran lokalan á staðnum.
Ikki var gamalt at bakka fram. Men spurningurin, hvussu Føroya Løgting skal mannast, og hvussu vit lóggeva og stýra her á landi, er allatíðina aktuellur. Tó undrar tað meg, at vit framvegis mala í tí sama. At ongin hevur torað at hugsa tankan, at latið fólkið í Føroyum fingið meira enn bert ta einu atkvøðuna!
Í nógv ár hava vit, tá talan er um onkrar hissini felagsskapir, sett nógv nøvn upp á listar og krossað av fyri fleiri av fólkunum Tað kann tykjast løgið og bakvent, at vit sleppa at atkvøða upp á tríggjar ella kanska fimm persónar, tá tað lokala fótbóltsfelagið hevur aðalfund, men tá Føroya Løgting skal veljast, og oman fyri hundrað skilafólk í mánaðir skriva, røða og argumentera fyri, hvussu samfelagið skal skipast, so skal bert ein krossur setast.
Tey flestu vita, hvussu trupult tað er at velja fólk og flokkar inn á ting. Summi velja við hjartanum, og onnur meta um møguleikarnar hjá honum ella henni at fáa atkvøður og gera seg galdandi í politikki. Nógv kenna seg noydd at velja familju og vinfólk, og nøkur royna at forbarma seg yvir ein starvsfelaga, sum av eini ella aðrari orsøk er endaður á einum lista.
Spurningar og spekulatiónir flúgva í luftini. Fer fólkið at savnast um tann nýggja og lovandi kandidatin í bygdini, ella er tað rættasta at lata floksformannin í Havn fáa atkvøðuna? Skulu kvinnur velja tað sama sum maðurin, ella skulu tær standa saman um at fáa sítt egna kyn betri umboðað á tingi? Skulu ung velja ung? Fiskimenn fiskimenn? Havnarfólk havnarfólk? Fólk í samkomum fólk í samkomum? Skulu vit velja sum bygdin, húsið og familjan altíð hevur gjørt?
Jú, eg havi roynt tað sjálvur. Nærum hvørjaferð tað hevur verið val. Tað hava altíð verið fleiri, sum eg kundi ynskt mær at valt, men tað er rættuliga avmarkað, hvat ein kann gera við bert tí einu atkvøðuni. Gamaní, so ber til at atkvøða ymiskt í sama húsi, men tá gerst uppaftur meiri smábýtt við atkvøðunum...
Eg havi heldur hug at halda, at ein skipan, har hvør veljari fekk meira enn ta einu atkvøðuna, hevði viðført eina meiri uppiborna umboðan og kvalifiseraða samanseting av fólkavaldum í Føroyum. Ivaleyst hevði tað havt eina jaliga ávirkan á politiska kjakið og arbeiðslagið millum valini. Tingfólk høvdu ikki í sama mun átt og arbeitt fyri sínar egnu veljarar, tí hvør einstakur borgari í samfelagnum slapp at seta fleiri krossar á valdegnum.
Í dag er stórur partur av stemmunum mestsum oyramerktar, og nógvastaðni kring landið eru forholdini smá og ágangurin eftir atkvøðuni stórur. Kvinnur mugu stríðast fyri at rætta upp á tað vanbýti teimum er fyri á tingi. Fólk í útjaðaranum stúra fyri síni umboðan í framtíðini. Atkvøður verða tíðum keyptar fyri tænastur og gylt lyfti. Spurningurin er, um politisku hugsjónirnar og ábyrgdin at virka fyri øllum samfelagnum, ikki høvdu vaksið í takt við, at atkvøðutalið hevði verið trífaldað til einar 100.000 atkvøður? Og hevði fólkaræðið mist nakað, um borgararnir í landinum sluppu at velja trý úr sama flokki, ella kanska uppaftur meira spennandi: Helenu Dam á Neystabø, Jastrid Gullaksen og Sjúrð Skaale, hóast hesi umboðaðu ymiskar flokkar.
Tað kann vera, at fólk í øðrum londum ikki seta fleiri krossar, tá hesi velja sínar politikarar. Men í heiminum rundanum okkum kunnu fólk í størri mun velja eftir egnu bestu sannføring og hugsjónum, enn at skula taka fyrilit til familjubond, lokalitet og samkomur.
Fólkaræðið er dýrabært, og tað er umráðandi, at vit skipa soleiðis fyri, at kvinnur og menn á bygd og í bý fáa ávirkan á øll samfelagsviðurskifti. Ikki minst í einum landi, har politikarar tosa við fleiri tungum, er tað næstan neyðugt við fleiri atkvøðum um roknistykkið skal ganga upp.