Formaðurin í grønlendska løntakarafelagsskapinum SIK, Jess G. Berthelsen, hevur nú lagt upp til kjak, hvørt tað er rætt av Royal Greenland at taka kinverjar og filippinar heim til Grønlands at arbeiða á fiskavirkjum hjá felagnum, samstundis sum næstan 10 prosent av grønlendsku arbeiðsmegini gongur arbeiðsleys.
- Hvat høvdu fiskimenn í Grønlandi sagt, um SIK legði upp til, at vit fingu kinverjar heim til Grønlands at fiska, soleiðis at hesir kundu innhandla fisk til okkara limir at arbeiða á fiskavirkjunum, spyr hann á heimasíðu felagsins.
Formaðurin vísir á, at tað meira enn so kemur fyri, at fiskavirkini liggja uttan fisk, tí eingin var, sum kundi avreiða til fiskavirkini hesar dagar, og í hesum sambandi nevnir Jess G. Berthelsen eitt nú fiskavirkið í Qaqortoq, sum onkran dag hevur verið rakt av slíkum.
Formaðurin í SIK leggur tó dent á, at hansara kjakupplegg kortini ikki er vent móti útlendsku arbeiðsmegini, men móti teimum, sum hava biðið hesi ófaklærdu komið til Grønlands og teimum myndugleikum, sum hava góðkent, at tey koma til Grønlands at arbeiða.
Sambært Royal Greenland hevur samtakið í løtuni 36 kinverjar á fiskavirkjunum í Maniitsoq, Ilulissat og Umannaq, umframt 27 fólk úr Kina og Filippinunum, sum skulu arbeiða á fiskavirkjum í Tasiusaq, Ilulissat, Sisimiut og Maniitsoq.
- Tað kann væl vera, at arbeiðsmegi vantar í nøkrum økjum, meðan stórt arbeiðsloysi er aðrastaðni, og arbeiðsloysið í Grønlandi sum heild er næstan 10 prosent, sigur formaðurin í SIK, Jess G. Berthelsen, sum fleiri ferðir hevur rópt hesa støðuna eitt samfelagsligt niðurlag.
Hann stúrir fyri, at sum tíðin gongur, verða tað í fyrsta lagi kinverjar og filippinarar, sum koma at arbeiða á fiskavirkjunum, meðan grønlendingar fara at standa sum áskoðarar.