Kamala Harris hevur um vikuskiftið hitt tey trý mest sannlíku boðini upp á eitt demokratiskt varaforsetavalevni. Talan er um tríggjar menn – Josh Shapiro, guvernørur í Pennsylvania, Mark Kelly, senatorur úr Arizona og Tim Walz, guvernørur í Minnesota.
Keldur, sum the New York Times hevur tosað við, hava sagt, at Kamala Harris fer at velja ein hvítan mann sum varaforsetavalevni, soleiðis at at toymið talar til so nógvar veljarabólkar sum gjørligt.
Pennsylvania og Arizona eru báðir týdningarmiklir sveigstatir, meðan Tim Walz úr Minnisota kann tala til hvítar veljarar úr arbeiðarastættini, serliga í tí sokallaða ‘rustbeltinum’ – ein røð av statum í miðvestur USA, ið kunnu koma at gera av, hvør vinnur forsetavalið í november.
##med2##
Fríggjadagin hevði Kamala Harris eisini fund við Pete Buttigieg, sum í løtuni er ráðharri fyri samferðslu í stjórnini hjá Biden. Hann stillaði upp til undavalið at gerast demokratiskt forsetavalevni í 2020, og vann í Iowa og endaði á øðrum plássi í New Hampshire. Eftir undanvalið í South Carolina valdi hann tó at gevast og peika á Joe Biden, sum vann bæði demokratiska undanvalið og forsetavalið seinni sama ár.
##med3##
Summir amerikanskir miðlar vilja vera við, at kampanjan hjá Kamalu Harris ætlar, at varaforsetavalevnið kann avdúkast í morgin, og at sitandi varaforsetin longu tá kann hava varaforsetavalevnið við sær til ein veljarafund.