Starvsmannafelagið
Gunnleivur Dalsgarð, formaður
Spurningurin um lagnuna hjá smádronginum, sum noyddíst av landinum herfyri og avleiðingarnar hjá hansara næstu, hevur fylt nógv í fjølmiðlum og millum fólk í longri tíð og ger tað enn, og er tað í sjálvum sær als ikki løgi. Vit fara ikki her at leggja okkum útí ella gera viðmerkingar til sjálvt málið í hesi lagnustøðu, men vit fara harðliga at átala ta viðferð, sum starvsfólk, fyrst og fremst í sosialu umsitingini í Tórshavnar kommunu, hava fingið í hesum viðkvæma málið.
At hesi fólk, sum eru sett at umsita tær lógir og reglur, sum politiski myndugleikin hevur stungið út í kortið ella kannska rættari: vantandi reglur frá teirri síðuni, skulu verða úthongd og gjørd til almennar syndabukkar í teirra trupla dagliga arbeiði á hesum øki, er bæði átaluvert og ikki minni forkastiligt, tá øll eru vælvitandi um, at størsti og einasti ábyrgdarin og »syndarin«, er politiski myndugleikin, sum ikki hevur verið førur fyri ella havt vilja at skapa teir neyðuga karmarnar í samfelag okkara, sum skulu til, tá slíkar støður taka seg upp. Tað er her trupuleikin liggur!
At gera starvsfólki til syndabukkar, sum sita við hesum mangan tungu og torføru uppgávum at røkja og samvitskufult arbeiða eftir teimum ásetingum, sum myndugleikarnir hava lagt, er bæði eitt ófatuligt og ómennikjaligt trýst at leggja á tey. At gera tey til almennt fjølmiðlaskotmál, er undir alt lágmark, tá trupulleikin liggur á heilt øðrum stað!
Hetta kann als ikki góðtakast og fara vit harðliga at mótmæla ta viðferð, hesi fólk hava fingið og fáa í hesum ólukkuliga máli. Vendið kannónina móti teimum, sum hava avgeramyndugleika í slíkum føri og latið starvsfólk, sum sett eru at røkja torførar uppgávur fáa frið at gera sítt arbeiði! Aðra og meira virðiliga viðferð eiga hesi starvsfólkini uppiborið!