Vendsyssel víðari í steypakappingini

Ein føroyingur var við hjá Vendsyssel í gjár

Í gjár varð 1. umfar av donsku steypakappingini skotin í gongd. Vendsyssel, sum telur Hall Hansson og René Shaki Joensen í besta hópi sínum, spældi á útivølli ímóti Jammerbugt, sum í gerandisdegi sínum spælir í triðbestu deildini, 2. division.

Í mun til liðið hjá Vendsyssel, sum vann 1-0 á Næstved við máli frá Halli Hansson í vikuskiftinum, vóru heili sjey broytingar á liðnum. Hallur Hansson var ein av teimum, sum misti plássið frá vikuskiftisdystinum, meðan René Shaki Joensen fekk sín fyrsta dyst frá byrjan fyri Vendsyssel. Hann spældi allan dystin á høgra bakki.

Og tað gekst væl í hond hjá René og liðfeløgunum, tí at Vendsyssel vann dystin 1-3. Hálvleiksstøðan var 0-1 til Vendsyssel, sum í seinna hálvleiki koyrdi favorittsigurin heim.

Næsti dysturin hjá føroyingunum báðum verður eitt satt oddabrak. Tá skal Vendsyssel aftur spæla útidyst, og hesaferð er tað Lyngby, sum tekur ímóti. Talan er um dyst ímillum nummar eitt og nummar trý í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.