Venja sangir til ólavsøku

Aftur í ár fer væntiliga eitt stórt kór at seta dám á løtuna, tá skrúðgongan ólavsøkudag kemur úr kirkju og niðan á tinghúsøkið.

Men ongin sangur uttan venjing og nú verða áhugað bjóðað at venja í kórinum, sum skal syngja á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag.

Kórleiðari í ár verður, eins og seinasta ár, Leif Hansen, men kórhugnaløtuni á Tinganesi aftaná, sum eisini er vorðin siðvenja, tekur Ólavur Hátún sær av.

- Ein og hvør, sum hevur sanghug og mál, er vælkomin at verða við til hendan kórsang á landsins tjóðardegi, sigur Kórsamband Føroya.

Venjingarnar verða á Føroya Læraraskúla týskvøldið klokkan19, sunnudagin 15. juli klokkan 15, sunnudagin 22. juli klokkan 15 og hóskvøldið 26. juli klokkan 19.