Venjararnir eru illa kroystir

Oddbjørn Joensen hevur framvegis ikki vunnið, og hjá Sigfríði Clementsen eru bara tríggir sigrar á kontuni

Tá ið Víkingur seinnapartin fær vitjan av AB, bresta tvey lið saman, ið tað ikki hevur gingið soleiðis hjá, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við.

AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum, og Víkingur hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar. Tríggir sigrar í tíggju umførum er væl lakari, enn tað undan kappingarbyrjan varð roknað við av Víkingi.

Í AB umhvørvinum hevur tað verið róð framundir, at venjarin skal skiftast út. Men Sjúrður Holm, sum hevur ábyrgdina av besta liðnum á Argjum, hevur í Norðlýsinum undirstrikað, at tað eru ongar ætlanir um at skifta Oddbjørn Joensen út. Men Oddbjørn Joensen veit sjálvandi, at um gongdin framvegis verður, sum hon higartil hevur verið, so verður hann ikki sitandi í venjarasessinum.

Í Víkingi var lagið ikki gott, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík, og máltalvan vísti 3-2 til KÍ. Hugburðurin var ikki tann, sum víkingar ofta hava víst.

Víkinga miðvallarin Sølvi Vatnhamar staðfestir, at hetta var ikki nóg gott:

-Nú mugu vit arbeiða okkum burturúr støðuni. Tað er neyðugt at fokusera bara upp á næsta dystin og taka tað har frá.

Elias Rasmussen verður í Víkinga málinum í dag, tí Geza Turi er leikbannaður eftir reyða kortið í Klaksvík. Atli Gregersen er eisini leikbannaður, og Hans Jørgen Djurhuus er skaddur.

Hjá AB eru Jobin Drangastein, Gert Drangastein og Teitur Jóannesarson framvegis skaddir.