Venjararnir mæltu frá

Tað var ivaveður í gjárkvøldið, og á Svangaskarði darvaði vindurin so mikið, at tað var vónleyst at fáa skipað fótbóltsspæl í lag.

B68 venjarin, Bill Jacobsen, ásannar, at vindurin oyðilegði uppgerðina:

– AB venjararnir, Allan Mørkøre og John Petersen, og vit í B68 vóru samdir um, at tað ikki vóru líkindi at spæla fótbólt. Dómarin metti, at tað bar til at spæla, og tí varð spælt, sigur Bill, sum vísir á, at í Føroyum er tað soleiðis, at tá tað ein dag er illveður, so eru rættiliga stór sannlíkindi fyri, at tað dagin eftir verður gott fótbóltsveður.

– Eg ivist ikki í, at líkindini at spæla fótbólt verða betri hóskvøldið, enn tey vóru mikukvøldið. Bæði AB og okkum hevði dámt ta loysnina betur, men nú varð tað, sum tað varð. Vindurin gjørdi, at tilvildin ráddi, og tað er spell, tá bæði argjamenn og vit síðani á nýggjárinum hava fyrireikað okkum at spælt fótbólt.