Venjarin avskrivar EM-sigur

Bólkur A: Sveis. Longu í 2002 skrivaði sveisiski landsliðsvenjarin, Jakob Kuhn, at tað fór at verða ógjørligt at vinna EM. Nú hevur hann so møguleikan á heimavølli

Jakob “Köbi” Kuhn gjørdist sveisiskur landsliðsvenjari í 2001. 14 mánaðir eftir sína starvssetan skrivaði hann sín málsetning niður fyri sveisiska landsliðið. Hann skrivaði: “Vit vilja verða evropameistarar”, og bygdi hann hetta á nakað, sum fór fram í Danmark á vári í 2002.

Hetta árið var EM-endaspælið fyri U-17 lið í Farum. Millum teir, sum tóku lut vóru Wayne Rooney fyri Ongland og Lukas Podolski fyri Týskland, men tað gjørdist Sveis, sum hevði Philippe Senderos og Tranquillo Barnetta á liðnum, sum vann U-17 EM kappingina í Danmark. Og tað var hetta ættarliðið av evnaríkum sveisiskum fótbóltsspælarum, sum Jakob Kuhn hevði í huga, tá hann skrivaði málsetningin fyri sveisiska A-landsliðið niður.

Einki sást til hendan málsetningin í EM-endaspælinum í Portugal í 2004, har Sveis bert fekk eitt stig ímóti Kroatia, og tapti ímóti Onglandi og Fraklandi. Tó til HM-endaspælið gekk munandi betur. Sveis vann 2-0 á bæði Togo og Suður-Korea, og spældi javnleik 0-0 ímóti Fraklandi. Í 1/8 finaluni møtti Sveis Ukraina. Dysturin og umdysturin endaðu 0-0, og liðini máttu út í eina brotssparkskapping. Her skrivaði Sveis neiliga fótbóltssøgu við at brenna øll síni brotsspørk. Teir skrivaðu eisini jaliga fótbóltssøgu við at gerast fyrsta landið, sum var sligið út úr einum HM-endaspæli, uttan at lata nakað mál fara inn.

Nú skal Sveis royna at gera tað enn betur, men teir eru í bólki saman við Portugal, sum er millum favorittarnar, Kekkia og Turkaland, so tað verður ikki bara sum at siga tað. Tó hevur málsetningurin hjá Jakob Kuhn verið, at sveisiska liðið skuldi toppað í 2008. Ein heimavallarfyrimunur minkar so ikki um tær ætlanirnar.


Bara venjingardystir

Sum vertsland er tað altíð torført at vita hvar ein flýtur í sjónum. Sveis hevur spælt 17 venjingardystir við misjøvnum úrslitum. Sveis hevur vunnið ímóti Hollandi, men hevur eisini tapt ímóti m.ø. Nigeria, USA, Eysturríki og Kolumbia. Jakob Kuhn metir tað tó ikki verða ein trupuleika, at mennirnir hjá honum ikki hava leikt ein kappingardyst í 2 ár. Hann metir sínar spælarar verða greiðar yvir, at ein stór uppgáva, og ein stór uppliving bíðar teimum á heimavølli, og at tað er sjálvsagt, at teir fara at megna at lyfta uppgávuna. Umframt Senderos og Barnetta hevur Sveis eisini 28 ára gamla Alexander Frei á liðnum. Frei hevur skotið 35 mál í 58 landsdystum, okkurt teirra ímóti Føroyum. Senderos, Barnetta og Frei verða mettir at verða sera avgerandi fyri at Sveis kann røkka málsetninginum hjá Jakob Kuhn um at vinna EM. Sum Jakob Kuhn sigur sjálvur: “Grikkaland vann EM í 2004, so hví skulu vit ikki kunna gera tað á heimavølli?” Føroyar hava spælt 4 undankappingardystir ímóti Sveis, á útivølli hava vit tapt 5-1 og 6-0. Á heimavølli hava vit tapt 1-0 og 3-1.

Sveis


1 Diego Benaglio

2 Johan Djourou

3 Ludovic Magnin

4 Philippe Senderos

5 Stephan Lichtsteiner

6 Benjamin Huggel

7 Ricardo Cabanas

8 Gökhan Inler

9 Alexander Frei

10 Hakan Yakin

11 Marco Streller

12 Eren Derdiyok

13 Stéphane Grichting

14 Daniel Gygax

15 Gelson Fernandes

16 Tranquillo Barnetta

17 Christoph Spycher

18 Pascal Zuberbühler

19 Valon Behrami

20 Patrick Müller

21 Eldin Jakupovic

22 Johan Vonlanthen

23 Philipp Degen


Venjari: Jakob Kuhn