Venjarin gekk undan

Leygardagin vísti Alexandur Johansen vegin við nógvum málum, tá StÍF í høllini á Hálsi vann tepurt á Kyndli

Kyndil - StÍF 24-26 (12-13):

Tá vit í september mánaði komu út við einum hondbóltsblaði undan kapp­ingini, mundi Alexandur Johansen ikki ætla sær at fara á vøllin sjálvur, nú hann saman við Mariusi Joensen hevði ábyrgdina av Atlantic Airways-liðnum hjá strand­ingum, tí navn hansara var ikki millum teirra, ið myndað hópin.
Men viðhvørt er kanska frægast at halda seg til amerikanska hug­takið, »learning by doing«, tí tá StÍF var í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin og vitjaði Kyndil, gekk Alexandur undan sum annar av tveimum toppskjúttum, ið fingu sjey mál í part. Kanska byrjar næsta venjing hjá StÍF við orðunum: »Hygg, soleiðis skal tað gerast…«
Í einum annars jøvnum dysti millum Kyndil og StÍF munaðu tey sjey málini sjálvandi væl, tí liðini skiftust um at vera á odda. Enntá hevði Kyndil eina góða løtu beint eftir steðgin, tá tað eydnaðist at fara fýra mál framum, men StÍF fekk etið grønu leiðsluna uppaftur.
Viðvirkandi til tapið hjá Kyndli var, at liðið síðstu átta minuttirnar bara fekk eittans málið, meðan StÍF skoraði fýra ferðir og endaði við at vera tvey mál frammanfyri. Tí er StÍF nú fimm stig framman fyri Kyndil, ið enn er á aftasta plássi við sínum fýra stigum.

Kyndil: Julian Johansen 5, Andrias Sólsker 5, Ludvík Súnason 5, Miroslav Vladkov 3, Rani Ellingsgaard 2, Tróndur Jensen 2, Janus Einar Sørensen 2
StÍF: Alexandur Johansen 7, Jóannes Prestá 7, Jógvan Berg 2, Høgni Jensen 2, Jógvan G. Joensen 2, Marius Joensen 2, Leivur Justinussen 2, Jørmund Joensen 1, Steinar Prestá 1