Venjarin hjá Halli givin

Aberdeen Football Club kunngerð á heimasíðu sínari, at Mark McGhee saman við hjálparvenjarum Scott Leitch og Colin Meldrum, eru ikki longur at finna í felagnum.

 

Nevndarformaðurin í felagnum sigur við heimaíðuna:

 

- Vegna øll í felagnum vil eg fegin takka Mark, Scott og Colin fyri teirra tíð í felagnum. Vit vilja eisini ynskja teimum alt tað besta í framtíðini.

 

Nýggjur venjari er ikki settur. Næsti dysturin hjá Aberdeen er móti Celtic og skuldi verða komandi vikuskiftið, men er útsettur til 4. desembur vega veður.