Venjarin hjá Víkingi Reykjavík: - Saknur verður í Gunnari Vatnhamar

Sölvi Geir Ottesen staðfestir stóran miss hjá Víkingi Reykjavík

Sölvi Geir Ottesen er høvuðsvenjari hjá Víkingi Reykjavík

Tað liggur á ljóði, at Gunnar Vatnhamar spælir við Víkingi Reykjavík til endan av august. Tá vita víkingarnir um teir hava vunnið seg í deildarspælið í Conference League ella ikki, og tá byrjar eisini endaspælið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Kelda hjá in.fo í Eysturkommunu, ið vil vera ónevnd veit at siga, at Gunnar hevur skrivað trý ára sáttmála við Vejle, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Í samrøðu við Stöð 2/Vísir staðfestir høvuðsvenjarin hjá Víkingi Reykjavík, Sölvi Geir Ottesen, at talan verður ein stóran miss, tá Gunnar gevst í felagnum.

 

- Gunnar er ein tann besti verjuleikarin í bestu íslendsku deildini. Ja ein tann besti nakrantíð. Heitini sum hann hevur vunnið við liðnum, góðu avrikini sum hann leggur fyri dagin, og so eisini tað, at hann er ein framúr góður persónur. Hann er til stóra gleði, og er góður fyri hópin. Hann er gull av einum manni. Tað verður torførari at siga farvæl við persónin, Gunnar enn fótbóltsleikarin, Gunnar. Sigur Sölvi Geir Ottesen í samrøðuni. 

 

Sölvi Geir Ottesen slær fast, at Gunnar verður við á liðnum, tá Víkingur spælir returdyst á Víkingavøllinum móti Thun úr Sveis. Talan er um seinna dystin í triðja undanumfarinum í Europa League. 

 

Thun vann fyrra dystin 3-0. Dysturin byrjar í annaðkvøld klokkan 18.30. 

 

 

 

Sölvi Geir Ottesen er høvuðsvenjari hjá Víkingi Reykjavík