Stórur munur var á at síggja H71 spæla mikukvøldið í mun til dystin móti Kyndli um vikuskiftið.
Eftir dystin hittu vit venjaran hjá hovyíkingunum, Sverra Jacobsen, og spurdu hann, hví hann helt at somikið stór broyting var í.
- Fyrst og fremst, so gjørdu vit alt ov nógv persónlig mistøk móti Kyndli.Hetta hava vit fingið broytt við venjingini. Fyrst og fremst tí uppmøtingin nú er betri. Hon hevur annars ikki altíð verið so góð, og tá fæst ikki tað optimala burturúr.
- Tá allir eru til venjingar, fáa vit vant betri, og hetta viðførir so eisini, at spælið fær bæði breidd og djúpd.
- Ein vandi hjá okkum hevur eisini verið, at leikarar eru ov ótolnir, og at tað tí aloftast verður talan um einmansavrik. Hetta var tó ikki galdandi í dag, har geisturin á liðnum var øgliga góður.
Við støði í júst lidna dystinum, spurdu vit at enda Sverra, um teir nú eisini fara at venja brotskøst.
- Tað veit eg ikki. Tað var so einki avtalað frammanundan, hvør skuldi skotið, men tað bleiv so bara til tann, sum tordi best. Kanska hevði tað verið eitt hugskot, at hetta varð avtalað framman undan.