Verður sitandi í varðhaldi fyri at brúka knív

Ein kvinna, sum stakk makan við knívi, skal verða sitandi í varðhaldi

Tað er nú greitt, at kvinnan, sum varð tikin heilt tíðliga nýggjársmorgun fyri at hava stungið makan við knívi, verður ikki leyslatin heilt enn.

Tað var tíðliga um morgunin nýggjársdag, at løgreglan varð boðsend í eini hús, har kvinnan hevur stungið makan nakrar ferðir ymsastaðni á kroppinum við knívi. Hann varð innlagdur á Landssjúkrahúsið, men hann var ikki í lívsanda varð útskrivaður aftur.

Kvinnan varð handtikin og sunnudagin var hon í grundlógaravhoyring, har løgreglan vildi hava hana sitandi ú varðhaldinum ímeðan málið verður kannað. Men tað var Føroya rættur ikki samdur og tí varð avgjørt at lata hana leysa aftur.

Ákæruvaldið skeyt avgerðina inn fyri landsrættin og nú er úrskurðurin hjá landsrættinum komin. Og Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at landsrætturin gjørdi av at ógilda avgerðina hjá Føroya Rætti. Hinvegin gjørdi landsrætturin av, at kvinnan skuldi verða sitandi í varðhaldinum til 31. januar.

Hesa tíðina skal løgreglan brúka til at lýsa málið, men Heri Andreasen sigur, at tá ið tey eru liðug, verður kvinann leyslatin, so tað er ikki sagt, at hon verður sitandi líka til 31. januar.

Upprunaliga varð kvinnan skuldett fyri drápsroynd í fyrra lagi, og í øðrum lagi varð hon skuldsett fyri grovan harðskap, Og Heri Andreasen sigur, at tann skuldsetingin stendur við.