Í ár vitja yvir 30 skip á Runavíkar Havn og í teimum smáu bygdunum, ið eru mentar til at taka ímóti smærru ekspeditiónsferðamannaskipunum.
Nógv vitjanarverd støð og áhugaverd tilboð eru í kommununi: gongutúrar, bóndagarðsuppliving, heimablídni, saunadypp, bygdasavn, fleiri góðar matstovur, gistingarhús og eitt ríkt handilslív.
Eisini eru nógv tiltøk á skránni í kommununi alt árið, umframt afturvendandi tiltøkini; Mentanarvikan um várið, Laksatorgið um summarið, Býarskáin um heystið, og á jólum verða jólatrøini tendrað og jólaskipið vitjar.
Føroyski báturin
Runavíkar kommuna hevur í samstarvi við Tjóðsavnið arbeitt við og sett eina uttandura framsýning av føroyska bátinum upp. Framsýningin er at síggja við doktaragarðin í Runavík, sum liggur millum Zacharias Leitisstein og gamla handilin í Heiðunum. Ein partur av framsýningini er eisini at síggja á grøna økinum millum Føroya Tele og Bláa Kross í Saltangará. Harafturat eru kunnandi skelti sett upp um føroyska bátin.
Endamálið við framsýningini er at varpa ljós á føroyska bátin, siðvenjuna og søguna hjá bátinum. Siðvenjan og smíðing av føroyska bátinum er í vanda vegna vantandi eftirspurning, og eitt endamál við framsýningini er eisini at vísa á hesa avbjóðingina. Í 2021 varð føroyskt bátasmíð, sum partur av felags norðurlendska siðinum at smíða súðubygdar bátar, innskrivað á UNESCO-listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini.
Framsýningin stendur uppi og er at síggja í summar og fram til heyst.
Hvíthamar og Closed for Maintenance
Í Runavíkar kommunu verður stórur dentur lagdur á at arbeiða við einari javnvág millum lokalu mentanina, lokalu náttúruna og ferðavinnuna. Eitt dømi uppá hetta er Hvíthamar, ið liggur uppi yvir Funningi. Túrurin út á Hvíthamar er væl umtóktur av bæði ferðafólki og føroyingum. Túrurin er sera lættur at ganga, og úti á Hvíthamri er serliga vakurt útsýni. Gøtan út á Hvíthamar og lendið á staðnum hevur verið merkt av nógvum sliti vegna nógvu ferðsluna av gongufólki í økinum.
Visit Runavík tók, saman við eigarum av haganum, avgerð um, at marknaðarføringin av Hvíthamri skuldi steðgast í eitt tíðarbil, við tí endamáli at minka um talið av vitjandi á staðnum. Harafturat varð avgjørt, í samráð við bøndur og hagaeigarar, at Hvíthamar skuldi vera partur av “Closed for Maintenance” átakinum í ár.
Til “Closed for Maintenance” varð arbeitt við at byggja eina betri gonguleið út á Hvíthamar við nátúrligum tilfari. Eisini varð lendið úti á Hvíthamri endurbøtt við at leggja grót oman á runuta lendið, ið var merkt av nógvum sliti. Úrslitið av arbeiðinum í sambandi við Closed for Maintenance gjørdist ein góð gøta út á Hvíthamar; lendið á staðnum er nú meira atkomiligt og nógv betri at ganga á.
Ytri Skáli & Prestá
Í nógv ár hava skálafólk við stórum áhuga savnað saman kunning um økið við Prestá og Ytra Skála. Staðið er ein sonn perla fyri Skála bygd og kommununa. Fríøkið við Prestá er eitt hugnaligt øki, har tað ber til at seta seg at njóta eina løtu. Í økinum eru nógvar plantur at síggja. Frá Prestá er møguligt at ganga eftir gøtuni til Ytra Skála, har fornminni og býlingar frá farnari tíð eru at síggja. Á leiðini eru kunnandi skelti um fornminnini og býlingarnar.
Tað ber til at vitja Prestá og ganga túrin eftir gøtuni til Ytra Skála alt árið.











