Sjónbandalagið hevði lagið "Enter Sandman" hjá rokkbólkinum Metallica sum bakgrundstónleik, men er nú tikið burtur aftur.
Í staðin er eitt video lagt út, sum líkist, men har tónleikurin ikki hoyrist longur.
Sambært tónleikablaðnum Rolling Stone er hetta tí, at Metallica - har danski Lars Ulrich spælir trummur - hevur mótmælt nýtsluni av sanginum og brotinum á upphavsrættin hjá bólkinum.
Hetta er aðru ferð í nakrar vikur, at amerikanska stjórnin brúkar tónleikin hjá Metallica uttan at biðja um loyvi.
/Ritzau/