Fótbóltur
Kontrastirnir vóru øgiligir, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Gøtumenn hálsfevndust og runnu yvir til trúføstu áskoðararnar. Vertirnir høvdu hinvegin ongan hug at taka lut í fagnaðinum. Teir vistu sum var at teir høvdu mist oddasessin, og allir sum ein gingu teir at kalla beina leið inn í skiftisrúmið.
Sum so høvdu teir í HB eisini alla orsøk at vera ónøgdir. Fyrst og fremst tí teir høvdu mist oddasessin, men eisini tí tapið í fleiri mátar taldist millum tey heldr óneyðugu. Óneyðugt, tí talan í báðum førum var um persónligar villur, tá Gunnar Nielsen skeyt tey bæði GÍ-málini, og kanska serstakliga tí viljin hjá spælarunum at vinna og stríðast ikki gjørdist sjónligur, fyrr enn ov seint var.
Grammir
Tá hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, at gøtumenn avgjørt spældu síni kort rætt. Frá fyrsta bríksli løgdu teir seg høgt upp á HB-liði, soleiðis at eitt veruligt trýst kundi skapast. Hvørt tað var vantandi virðingin frá mótstøðuni, ella um tað bara var kalda lotið og regnið, ber illa til at siga, men í øllum førum trivust HBarnir sera illa fyrstu trý korterini.
Bólttapini á miðvøllinum vóru óvanliga nógv í tali, og í verjuni vóru villur ella beinleiðis sjusk í fleiri førum um at kosta fleiri enn tær báðar ferðirnar, sum GÍ fekk mál upp á. Fyrru ferðina var Svenn F. Jacobsen alt annað enn ansin við bóltinum, og tá Gunnar so slapp at reka og reka og reka, sendi hann flatt í netið av brotsteigarmarkinum.
Seinnu ferðina var Rasmus Nolsøe óskettin við avlevering, og so streyk argentinin aftur avstað. Hesa ferð fekk Tróndur Vatnhamar í fyrstu syftu sligið skotið á stólpan. Í aðru atløgu stóð maður á strikuni at verja fyri skotinum frá Símun Louis Jacobsen, men í triðju royndini beyð ikki bøtur.
Skilagóðir
Í løtunum upp til seinna GÍ-málið, var HB annars byrja at trýsta GÍ, men sjáldan gjørdist talan um vandamikið trýst. Einamest tí gøtumenn í Magna Jarnskor, Sámal Joensen og eisini Kaj Ennigarð áttu menn, sum alla tíðina megnaðu at halda høvdið kalt. Tí kundi bólturin ofta spælast heldur enn sparkast úr trýstinum, og alt annað líka verður andarúmið hjá verjuni tá nakað væl størri.
Beint undan steðginum fekk HB gyltan møguleika at koma aftur í dystin, men einsamallur við málverjanum skeyt Jákup á Borg alt ov spakuliga, og tí kundi bólturin ruddast, áðrenn hann rullaði um strikuna.
Eftir steðgin dúvaði GÍ skilliga meira upp á verjupartin og kontraálop. HB tóktist eisini hava meira bit í sær nú, og spakuliga royndu teir at trýsta spælið niðaneftir. Einstakar góðar royndir gjørdist talan eisini um, og eftir at Rókur av Fløtum Jacobsen púra blankur sendi bóltin í netið til 1-2, vaks nervin í dystinum av álvara. Fram til seinastu fimm minuttirnar tóktust gøtumenn tó ikki at hava teir heilt stóru trupulleikarnar. Vandin fyri einum kontra-máli lúrdi eisini alla tíðina, og bæði Gunnar Nielsen og Hans Jørgen Djurhuus høvdu sera góðar skotroyndir.
Seinastu løtuna gjørdist trýstið tó øgiligt. Gøtumenn bakkaðu alt meira, og eftir at Gunnar varð skiftur út, flutti HB mest sum alt fólkið fram. Ivaleyst var møðin orsøkin til, at troytti tveymálaskjúttin varð tikin av vøllinum, og í so máta var hetta skilligt. Men spurningurin er, hvørt tað ikki vildi verið fult so skilagott bara at havt hann inni, tí virðingin frá HB var somikið stór, at teir mest sum alla tíðina hildu tveir mans í nær námind Gunnari.
Dýrur lærdómur
Skilabetri ella ikki, so munnu tey í GÍ ikki gremja seg kortini. Hildið varð fast um stigini fram til seinasta bríkslið. Fram til sunnudagin er liðið í øllum førum oddalið í Formula-deildini, og tað man so væl og virðiliga vera góðkent. Sjálvandi eru enn 14 dystir eftir at spæla, men longu nú eiga gøtumenn fleiri stig á kontini, enn teir gjørdu eftir 27 dystir í fjør.
Hjá HB mundi talan hinvegin vera um kalda pøs eftir góða úrslitið á Skála sunnudagin. Men talan var kanska samstundis ein áminning um, at tingini sjáldan koma av sær sjálvum í fótbólti. Umframt talent, so krevur tað fyrst og fremst hart arbeiði, og tann partin av læruni hevði HB gloymt góða løtu av dystinum.