Verjuvillur kostaðu dýrt hjá Víkingi

Eftir 2-0 tap á heimavølli hanga víkingarnir í klønum tráði í Europa

Ingi Jonhardsson og Bárður J. Hansen í hornatøkum við tveir av slovakisku mótstøðumonnunum

Víkingur hevur hetta góða summarkvøldið tapt 2-0 á heimavølli í Conference League ímóti slovakiska Dunajská Streda. Hálvleiksstøðan var 1-0, og málini vórðu skorað, tá ið átta minuttir vóru farnir, og tá ið tað restaðu átta minuttir.

 

Felags fyri bæði málini var, at tey vórðu skorað eftir innlegg úr høgru, og at verjuspælið hjá heimaliðnum ikki sá so sannførandi út í hesum støðunum.

 

Í fyrra førinum streyk vongverjin í høgru Cesar Blakman framvið vongverjanum í vinstru, áðrenn hann legði bóltin mitt inn fyri málið, har Nikola Krstovic legði seg afturav og við rygginum ímóti málinum saksisparkaði bóltin upp í nettakið.

 

Hóast gestirnir vóru væl meiri á bóltinum í fyrra hálvleiki og høvdu nógvar spentar støður frammanfyri heimamálið, so var Víkingur onkra ferðina í góðum støðum, men tað eydnaðist ikki Gunnari Vatnhamar, sum eftir horna royndi seg við fínum stútara, og Jákup Johansen eftir sending frá Sølva Vatnhamar at fáa bóltin í málið.

 

Eftir steðgin royndi Víkingur seg í løtum við meiri ágangandi pressspæli frammarlaga á vøllinum, tá ið gestirnir royndu at spæla fram úr verjuni, og so tók Víkingur tilvitað fólkið longur aftur, tá ið gestirnar høvdu fingið tak á skipaðum spæli. Tá ið tað restaðu 20 minuttir gjørdi venjarin hjá Víkingi Jóhan Peteur Poulsen tríggjar skiftingar. At Ingi Jonhardsson, Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen vórðu skiftir inn ber boð um, at breiddin er størri á liðnum, enn hon hevur verið.

 

Í seinna hálvleiki fekk innskifti Finnur Justinussen møguleika at minka um munin til 2-1, tá ið ein lítil løta var eftir. Tá klossaðu mótstøðumenninir í uppspælinum í høgru, bólturin varð lagdur til Finn Justinussen, sum smekkaði til eitt sindur úr vinstru, og málverjin bjargaði akkurát, so bólturin fór framvið handara stólpa.

 

Vongverjin hjá Víkingi í høgru, Bárður J. Hansen, var eyðsýndur við neyvum innleggum, bæði tá ið hann avgreiddi hornaspørk og fríspørk, og tá ið hann í opnum spæli legði innfyri úr høgru.

 

Seinna málið hjá Dunajská Streda minti ikki so lítið um tað fyrra. Innskifti Ion Nicolaescu legði innfyri úr høgru, og bólturin fór framvið trimum heimamonnum, sum tað ikki eydnaðist at beina bóltin burtur hjá. Og so var vongverjin í vinstru Andrejs Giganiks leysur í vinstru og 12 metrar úr málinum, tá ið hann smekkaði bóltin upp í nettakið.

 

Hetta var ikki dagurin hjá Víkingi, sum tapti 2-0 ímóti liði, sum vísti seg at vera á eitt sindur ovari hill enn Víkingur, sum um eina viku skal suður á Balkan og royna seg í øgiliga brattari mótbrekku.

 

-

 

Víkingur – Dunajská Streda 0-2 (0-1)

 

0-1: Nikola Krstovic 8.

 

0-2: Andrejs Giganiks 81.

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson (Ingi Jonhardsson, 69.), Noah Mneney, Géza Dávid Turi, Jákup Johansen (Olaf Bárðarson, 70.) – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen (Finnur Justinussen, 70.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Martin Klein Joensen, Ari Olsen

 

Gult kort: Atli Gregersen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

Hjálparvenjari: Rasmus Nolsøe

 

 

 

Ingi Jonhardsson og Bárður J. Hansen í hornatøkum við tveir av slovakisku mótstøðumonnunum