Verkfallið ein vanlukka fyri frystivirki

Árið er oyðilagt fyri Kloosterboer Terminal í Kollafirði og Faroe Cold Stores í Vági, sum hava mist 6,5 milliónir krónur í inntøku av verkfallinum. Nú er tíðin komin, at løgtingið loysir málið, tí landsins virði fara fyri skeyti, og partarnir hava hvørki hegni ella viljan, sum skal til, heldur Johan Dahl, stjóri og løgtingsmaður

? Hetta er ein katastrofa fyri okkum og alt Føroya land.
Johan Dahl, stjóri á frystivirkjunum Kloosterboer Terminal í Kollafirði og Faroe Cold Stores í Vági, er í døpurhuga í hesum døgum.
Higartil hevur fastfrysta støðan á arbeiðsmarknaðinum kostað honum nógvar milliónir og mistar sáttmálar, sum annars vóru komin undir land. Og tað er pørtunum á arbeiðsmarknaðinum fyri at takka, sigur ein bersøgin stjóri og løgtingsmaður.

Árið oyðilagt
Bæði virkini í Kollafirði og Vági hava verið noydd at brotið avtalur, sum longu vóru gjørdar.
? Í Kollafirði høvdu vit fingið sáttmála at frysta 6.400 tons av agni í eitt heilt ár. Skip kom á Kollafjørð sama dag, sum verkfallið byrjaði, men slapp ikki at landa. Vit bóðu um undantak og fingu onki. Skipið lá og bíðaði í fýra dagar, til tað fór til Noregs við lastini. Har ruku 5 milliónir krónur í inntøku í einum.
? Í Vági var sama skilið. Avtala varð gjørd við Murmansk Trawl Fleet um at leggja 2400 tons inn á virkið, men onki undantak fekst frá fakfeløgunum í verkfalli. Í staðin varð frystigóðsið lagt um á Redini í Havn. Har fór 1,5 millión krónur fyri skeyti, sigur Johan Dahl.
Tilsamans hevur verkfallið sostatt kostað frystivirkjunum hjá Johan Dahl hálva sjeyndu millión krónur higartil.
? Árið er oyðilagt fyri okkara viðkomandi. Ársins yvirskot er burtur. Kollafjørður hevur mist alt, og í Vági er illa statt. Haraftrat kemur, at vit missa kundarnar, tí teir koma ikki aftur aftaná eina slíka viðferð. Hetta sær øgiliga keðiligt út fyri okkum, sigur Johan Dahl, sum ikki torir at spáa, hvussu framtíðin nú sær út.

Einki hegni
Johan Dahl leggur ábyrgdina yvir á samrámráðingarpartarnar. Teir eru slopnir alt ov lætt, heldur hann.
? Teir hava als ikki gjørt nóg mikið til at semjast. Partarnar hava bara sitið hvør sær og kastað runu eftir hvørjum øðrum, so tað er væl skilligt,at semingsmenninir hava givið skarvin yvir. Fyri mær at síggja er tað líka nógv fólkunum, tað er galið við. Talan er um vánaliga kemi. Tey orka ikki sýnið í hvørjum øðrum, sigur Johan Dahl, sum er deyðatroyttur av afturvendandi verkføllum á arbeiðsmarknaðinum.
Skotbráið at lýsa verkfall er alt ov stutt, heldur hann. Partarnir áttu at tosa saman áðrenn sáttmálarnir gingu út, og freistin at lýsa verkfall skuldi verið longd, so støðan í Føroyum líktist henni í grannalondunum.

Inntriv neyðug
Nú verður endin kanska, at løgtingið leggur uppí, og tað hevur Johan Dahl ongar trupulleikar av. Tí hetta er komið alt ov langt.
? Verkfallið hevur verið ein katastrofa fyri Føroyar. Alivinnan liggur á deyðastráð, og fiskavirkini hava ikki bara mist stór virði men eisini týðandi kundar. Tað er uppgávan hjá løgtinginum at syrgja fyri, at landsins virði ikki fara fyri skeyti, so eg dugi ikki at síggja nakað galið við, at løgtingið tekur um endan, tá onki annað ber til.
Tá til stykkis kemur heldur hann tað vera líkt til, at partarnir bara bíða eftir politiskum inntrivi.
? Sjálvandi áttu partarnir sjálvir at loyst knútin, men tað tykist, sum teir ikki hava neyðuga hegni og bara bíða eftir, at løgtingið leggur uppí. Og tað er ov vánaligt, sigur Johan Dahl, sum er limur Sambandsfloksins á løgtingi.
Um hann atkvøður fyri einum uppskoti um at steðga verkfallinum, vil hann kortini ikki siga, tí tað er upp til samgonguna at gera av, um løgtingið skal leggja uppí.