? Tað hevur ongan stórvegis týdning fyri okkara fyrireikingar, at danska landskappingin hevur ligið still. So avgjørdur er landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, tá hann varð spurdur, um verkfallið ikki fór at ávirka fyrireikingarnar hjá landsliðnum til komandi dystirnar ímóti Sveis og Frankaríki.
Hann leggur dent á, at teir flestu leikararnir eru í góðari kropsligari venjing, og tí fer verkfallið ikki at nerva leikararnar nakað serligt.
Mikudagin frættist, at teir stríðandi partarnir hava lagt stríðsøksina til viks og eru farnir aftur til samráðingarborðið. Hetta hevur við sær, at danska landskappingin verður tikin uppaftur longu komandi vikuskiftið.
Formliga hava partarnir útsett verkfallið til 6. september. Tað vil siga, at um eingin semja er fingin í lag til ta tíð, so heldur verkfallið fram eftir hesa dagfesting.
Treytin fyri, at verkfallið ikki verður tikið uppaftur er, at DBU kann góðkenna ta semju, sum leikarafelagið og divisiónsfelagið hava samrátt seg fram til.
Óvist er hví glið brádliga kom á samráðingarnar mikunáttina, men týsdagin royndu fýra venjarar í bestu deildini seg sum semingsmenn, og hetta hevur eftir øllum at døma givið úrslit.
Felags venjing
Landsliðsvenjarin Henrik Larsen hevði annars ætlanir um at savna allar landsliðsleikararnar, sum eru staddir í Keypmannahavn, til eina felags venjing fyri at halda monnum í gongd. Hetta verður nú óneyðugt.
Tað er eingin ivi um, at hetta kemur væl við hjá bæði landsliðsvenjaranum og hjá leikarunum, sum hava stórar uppgávur á landsliðnum fyri framman.