Verkfallið
?Nú verða vit boydd at repa seglini.
Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, sigur at verkfallið hevur verið dýrt fyri Havsbrún.
Hann sigur, at verkfallið hevur gjørt, at yvirskotið hjá Havsbrún í ár verður upp ímóti 14 milliónum minni í ár, enn tað annars kundi verið.
Hann sigur, at verkfallið gjørdi, at Havsbrún misti 34 heilar framleiðsludagar.
? Hetta er annars besta árstíðin hjá einum virki hjá Havsbrún. Hetta er tíðin, tá ið vit forvinna ein stóran part av ársinntøkuni. Men nú er tað farið fyri skeytið.
Hann sigur, at hesa tíðina, verkfallið vardi, misti Havsbrún 57.000 tons av rávøru, umframt eina fóðursølu upp á 2.500 tons.
Og hetta er ikki tað einasta, tí fyri tveimum árum síðani, misti Havsbrún eisini níggju milliónir í yvirskoti av verkfallinum, sum tá var.
Sostatt hava vit upp á tvey ár mist yvir 20 milliónir í ektaðum yvirskoti av verkføllum.
Harafturat føra lønarhækkingarnar við sær, at Havsbrún fer at fáa hálvaaðru til tvær milliónir eyka í lønarútreiðslum um árið, tá ið øll lønarhækkingin er tald við.
Mugu repa seglini
Bergur Poulsen sigur, at tað sigur seg sjálvt, so stórur missur fer at fáa álvarsligar avleiðingar.
?Sjálvandi mugu vit alla tíðina laga virksemið til tær inntøkur vit hava. Sostatt slepst ikki uttan um, at vit verða noydd at repa seglini eftir teimum nýggju umstøðunum, og at fremja rationaliseringar.
Hann sigur, at tað fer eisini uttan iva at ávirka tær útbyggingar, sum ætlanin hevur verið at gera, tí nú verða onkrar íløgur útsettar.
Hvørjar rationaliseringar, talan verður um, og akkurát, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri virksemið og starvsfólkið, veit hann ikki enn.
?Vit mugu gera støðuna upp og so mugu vit finna loysnir, so at vit sleppa burturúr hesum við skinninum á nøsini.
Hann vísir eisini á, at trupla støðan í alivinnuni ávirkar eisini Havsbrún nógv.
? Men verkfallið var ein stórur steinur oman á byrðuna, leggur hann afturat.
Hann leggur tó dent á, at ongin er uppsagdur og at ongar ítøkiligar ætlanir eru um at siga fólkið upp.
Bergur Poulsen sigur, at eini 45 fólk hjá Havsbrún vóru í verkfalli.
? Verkfallið varð sanniliga eisini dýrt hjá teimum, tí tey mistu yvir tríggjar milliónir í lønarinntøku hesar vikurnar, tey vóru við hús.
Verkfallið hevur eisini ført við sær, at Havsbrún hevur mist onkrar ordrar.
?Tað hevur eisini ført við sær, at fyri at kunna levera til okkara viðskiftafólk hava vit verið noydd at keypt mjøl úr Íslandi, sum er gjørt burturúr fiski, sum føroysk skip hava avreitt har yviri undir verkfallinum.
Sostatt verður fiskurin, sum føroysk skip hava avreitt uttanlands í verkfallinum, nú brúktur til at kappast ímóti okkum sjálvum við, sigur Bergur Poulsen.
Tola ikki aftur
Bergur Poulsen sigur, at samfelagið tolir ikki eitt verkfall afturat upp á fýra virkur.
Tí heldur hann, at tað er ógvuliga umráðandi, at arbeiðsmarknaðurin verður betri skipaður.
? Tað hevði tænt bæði arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum, at greiðari mannagongdir verða gjørdar fyri, hvussu farast skal fram.
Hann hugsar um høvuðsavtalur, reglur um seming og frumatkvøðugreiðslur.
? Tað eigur ikki at vera so lætt hjá tilvildarliga valdum fakfelagsleiðarum ella tilvildarligum nevndarlimum í arbeiðsgevarafelagnum at leggja landið lamið av verkfalli.
Við hesum hevur hann ikki meint við ávís fólk í hesari ósemjuni.
? Vit vit mugu hava reglar fyri, hvussu vit bera okkum at, tá ið vit ikki semjast. Og verkfall skal ikki vera, fyrrenn vit vita við vissu, at ósemjan er so stór, at ongin vegur er uttanum, sigur Bergur Poulsen.
MYND AV BERGUR POULSEN ELLA HAVSBRÚN:
? Verkfallið kostaði okkum útvið 14 milliónir krónur í ektaðum yvirskoti.Tað sigur seg sjálvt, at hetta merkist og nú má virksemið lagast til nýggju umstøðurnar, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún