Politikkurin gjørdist so umfatandi, at sendingin ?Vespureiðrið? gleið út úr sendiflatuni hósdagin. Í morgin verður bøtt um hetta. Altíð frísku og væl uppløgdu vertirnir í ?Vespureiðrinum?, John Andersen og Jonhard Hansen eru klárir við einari beinleiðis sending frá hølunum hjá Vodafone í Saltangará. Sendingin kemur at verða merkt av, at unglingarnir hjá NSÍ hava vunnið Føroyameistaraheitið í sínari deild. Toppbrakið millum NSÍ og EB/Streym í Formuladeildini kemur sjálvsagt eisini at merkja sendingina. Sendingin hjá John og Jonhardi byrjar kl. 11 í morgin.