Vespurnar stinga illa í Runavík

Undan dystinum bendi ikki nógv á, at Skála skuldi gera nakað um seg við Løkin í dag. Skírisdag vórðu teir útspældir av EB/Streymur, meðan dagsins mótstøðulið, NSÍ, útspældi steypavinnararnir úr B36.

 

Tískil var tað heldur óvæntað, at Skála legði seg á odda eftir hálvum tíma. Málinum stóð Alexandur Johansen fyri, sum eftir upplegg frá einum frísparki sendi bóltin í netið til 1-0. Hesum fann fyrrverandi Skála-leikarin, Johard Fredriksberg, seg ikki í, og javnaði fyri heimaliðið fýra minuttir undan steðginum.

 

Eins og í fyrra hálvleiki, hevði NSÍ yvirvágina í spælinum. Men í seinna hálvleiki fingu teir meir burturúr yvirvágini, sum teir umsettu til tvey mál. Fyrst var tað eitt heldur óheppið sjálvmál, sum ein Skála-leikari kom til at gera. Í seinastu løtu økti Debus Danielsen til endaúrslitið, tá ið hann setti pannuna á eitt innlegg frá Anderson Castillo.

 

NSÍ hevur við sigrinum fult stigatal, og vísa seg at vera farligir á heimavølli. Skála hevur hinvegin trupult at finna stevið, og liggja við taldum málum aftastir í Formuladeildini.

 

NSÍ ? Skála 3-1

0-1: Alexandur Johansen

1-1: Jonhard Fredriksberg

2-1: Sjálvmál

3-1: Debus Danielsen