Vest Pack hevur góð avlop

- Vit noyðast at stríðast hvønn dag fyri at náa frægum úrslitum, sigur stjórin, Thomas B. Thomsen.

Vest Pack er ein av stóru fyritøkunum í Vestmanna, og stjóri er Thomas B. Thomsen. Í fyritøkuni, sum føroyingar og íslendingar eiga í felag, starvast 22 fólk. Vest Pack er heildarveitari innan pakkitilfar, og tey taka sær av bæði stórum og smáum, eins og tey altíð eru til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum.

 

- Vit eru eisini nýhugsandi, og vit taka fegin ímóti nýggjum uppgávum og avbjóðingum, tí okkum dámar nýhugsan, sigur stjórin, Thomas B. Thomsen.

 

Størstu keypararnir í Føroyum er vinnufyritøkur og serliga virkir, skip og handilsvinnan. Millum størstu einstøku viðskiftakundarnar í Føroyum eru stóru uppsjóvarvirkini og verksmiðjuskip.

 

Tað hevur gingið væl hjá Vest Pack, og fyritøkan hevur økt munandi um sín umsetning. Ein stórur partur av vøkstrinum snýr seg um keyp og sølu - ikki minst í útlandinum.

 

Stjórin vísir á, at hóast Vest Pack ikki framleiðir papp, er neyðugt hjá fyritøkuni sum heildarveitari til vinnuna eisini at kunna bjóða pappeskjur til ymiskar vørur og framleiðslur.

 

- Vit keypa pappeskjurnar, sum virkir og skip eitt nú pakka sínar vørur í, men vit framleiða plastið, sum vørurnar verða lagdar í, eins og vit framleiða etikettuna, sum fer á eskjuna. Soleiðis er hetta á ymiskan hátt ein samantvinnan av framleiðslu, keypi og sølu, sigur Thomas B. Thomsen.

 

Vest Pack hevur stóra kapping úr útlandinum, og tí noyðist fyritøkan alla tíðina at menna og dagføra seg og gerast betri til tað, tey fáast við. Men, hóast hørðu kappingina úr útlandinum, hevur fyritøkan í Vestmanna góð úrslit at vísa á.

 

- Vit høvdu eitt gott ár í 2016 við millum 8 og 9 miljónum krónum í avlopi eftir skatt. Men, ein slík gongd kemur ikki av sær sjálvum, og vit noyðast at stríðast hvønn dag fyri at náa so frægum úrslitum, sigur Thomas B. Thomsen.