Vestmanna karmur um millumtjóða legu

Badminton: Komandi vikuna eru Føroyar vertur fyri norðuratlantisku leguni fyri frægastu ungdómsspælararnar innan badminton úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Legan byrjar í kvøld og heldur áfram í eina viku. Vant verður í ítróttarhøllini í Vestmanna, men um veðrið verður til vildar, eru góðir møguleikar at hava fysiskar venjingar uttandura. Leygardagin 14. Juli verður skipað fyri kapping fyri bólkarnar U-13, U-15 og U-17. Umframt luttakararnar á leguni, eru onnur áhugað hjartaliga vælkomin at taka lut, siga fyriskipararnir.

Bestu leikararnir
Átta leikarar koma úr hvørjum landi og eru teir í aldrinum 10 - 16 ára gamlir. Hetta er fjórða árið á rað, at BadmintonEurope stuðlar londunum í Útnorði við legum fyri bestu ungdómsleikararnar, og soleiðis virkar fyri at menna badmintonítróttina í útjaðaraøkjum. Legan var fyrstu ferð hildin í Reykjavík í 2009, síðani í Klaksvík árið eftir og í fjør var hon í Illulissat í Grønlandi. Eftir røttum átti Ísland túr aftur í ár, men íslendska badmintonsambandi sá seg ikki ført fyri at átaka sær uppgávuna, tí tey eisini skulu við til OL í London. Tí bjóðaðu føroyingar seg til at halda leguna í Føroyum, og verður hon í Vestmanna, har VÍF-badminton er vertur.