Umhvørvisstovan metir, at spillivatnsskipanirnar í kommununum fara at lúka ásetingarnar í spillivatnskunngerðini Fyrstu kommunur, sum hava fingið góðkenda spillivatnsætlan eru Vestmanna og Hovs kommunur. Hetta merkir, at kommunurnar nú eru farnar undir eitt miðvíst arbeiði komandi fýra árini við at leiða spillivatnið burtur frá áum og øðrum økjum og út á sjógv við góðum vatnskifti.
Umhvørvisstovan hevur, út frá eini heildarmeting av upplýsingunum í ætlanunum, mett, at spillivatnsskipanirnar í kommununum fara at lúka ásetingarnar í spillivatnskunngerðini. Hetta merkir, at spillivatnsætlanirnar m.a. fevna um spillivatn frá øllum húsarhaldum, virkjum og virksemi í kommunununum, og at spillivatnið eftir reinsing verður leitt í lokaðari skipan beinleiðis á sjógv við góðum vatnskifti.