Vestmanna vaknað úr róðrardvala

Genturnar umborð á Havfrúnni gjørdu púra óvæntað bart, tá ið tær vunnu tætta kapping við Blik og Frúnna

5-MANNAFØR GENTUR

Í prúðu kappróðrarbygdin Vestmanna hevur tað mest sum verið øskukalt seinastu árini. Tí kom tað sera væl við  bæði í Vestmanna og kappróðrarheiminum sum heild  tá ið genturnar umborð á Havfrúnni leygardagin vóru fyrstar á mál. Móttøkan var sum tá ið nógvir sigrar hava verið driginir til Vestmanna, og tað er ikki frítt, at kikararnir eru funnir fram aftur, og vestmenningar eygleiða kappróðrarbátarnar, nú teir venja til Fjarðastevnuna. Hon verður í Vestmanna annan leygardag.
Sigurin var óvæntaður. Frammanundan hevði Frúgvin vunnið tvær ferðir, og Blikur vann á Norðoyastevnu. Tá var Havfrúgvin nummar fimm, og eftir næstfremsta plássið og tætta kapping um fremsta plássið á Kollafirði, datt Havfrúgvin aftur á fimta plássið á Skálafjørðinum.
Hesa ferð var øðrvísi. Frúgvin, sum hevði vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, helt seg leingi eitt sindur aftur. Havfrúgvin, Drekin, Hvassi og Blikur løgdu bragdliga fyri.
Spurningurin var, um Havfrúgvin fór at halda tørn um fremsta plássið, sum hon alla tíðina hevði. Tað megnaðu vestmannagentur. Kappingin var øgilig við Blik, og Frúgvin og Drekin fylgdu væl við. Havfrúgvin hevði marginalirnar á sínari síðu, og hóast Frúgvin framvegis er væl fremst í FM kappingini, so er framvegis møguleiki fyri, at broyting kann koma í.
Hetta var fyrsta ferðin síðani 1999, tá ið vestmannagentur í nýggjum báti vunnu FM, at Havfrúgvin við gentum vann, og hetta var fyrsti sigurin í kappróðri, sum vestmenningar hava vunnið síðani á Ólavsøku fyri tveimum árum síðani, tá ið dreingirnir umborð á Havfrúnni vunnu. Nú er tað gentumanningin á Havfrúnni, sum slær kappróðrartónan ann í Vestmanna.

5 mannafør gentur
1Havfrúgvin05:26.13
2Blikur05:26.20
3Frúgvin05:27.02
4Drekin05:27.15
5Hvassi05:29.01
6Firvaldur05:34.07
7Ørnin05:34.17
8Dúgvan05:45.00